Vansorgan
Rigmor Dam
Ein nýføðingur roynir frá fyrsta degi at skilja heimin. Mamman umboðar tryggleikan, og hon hjálpir barninum at skilja og læra um lívið. Barnið veit at tað altíð fær kærleika og ugga frá mammuni, óansæð hvat hendir. Soleiðis eigur at vera.
Kortini eru børn, ið sum frá líður varnast, at mamman ikki letst um vón, hóast tey av øllum alvi royna at vekja kenslurnar hjá henni við smíli og gráti. Har er eingin heima. Mamman er upptikin av øðrum enn barninum. Kanska er hon misnýtari, sálarliga sjúk ella í svárari kreppu. Kanska hevur hon ongantíð lært at vera mamma. Eftir stutta tíð gevur barnið skarvin yvir. Letur aftur fyri umheiminum, gerst apatiskt, og nøkur ár seinni ein trupulleiki ? ein uppgáva fyri sosialu myndugleikarnar.
Rópið varskó tíðliga
Seinastu dagarnar hevur ein hin fremsti serfrøðingurin innan vansorgan, ella umsorganarsvik av børnum, norska Kari Killén, verið í Føroyum. Kari hevur í mong ár starvast innan hetta økið, tikið doktaraheiti og givið út bøkur um evnið. Eitt av aðalmálum hennara er at upplýsa fólk um, hvussu týdningarmikið tað er, at vit rópa varskó so tíðliga sum gjørligt, um vit kenna til børn, sum eru fyri vansorgan.
Fyrsta tíðin leggur lunnarnar
Kari Killén sigur, at vit mugu ikki undirmeta týdningin av fyrsta sambandinum millum móður og barn, tí tað eru hesir fyrstu mánaðirnir, sum leggja lunnar undir menningina hjá barninum.
- Trivnaðurin hjá barninum er treytaður av at foreldrini megna hendan nýggja leiklutin ? at tey hoyra og síggja barnið, duga at lesa tørvin hjá tí og hava eitt positivt kensluligt samband við tað, sigur Kari Killén, sum víðari greiðir frá, at um um foreldrini ikki megna at vera sálarliga til staðar í lívinum hjá barninum, fer barnið skjótt at mistrívast og kemur í eina sálarliga kreppu, sum er sera torfør at bøta um seinni, tá barnið gerst eldri. Barnið kann fáa varandi mein kensluliga, málsliga og kognitivt.
Vit hava øll ábyrgd
Tí, sigur Kari Killén, er tað so umráðandi, at øll kenna ábyrgd mótvegis øllum børnum og siga frá, um okkurt ikki ruggar rætt. Her er leikluturin hjá heilsusystrunum sera avgerandi, av tí, at tær koma inn í heimini so skjótt og sostatt kunnu verða við til at venda einari skeivari gongd. Tær koma heim til øll børn, og duga at lesa samanspæli millum mammuna og barnið, sigur hon, og greiðir frá, at vánaligt samband millum móðir og barn, ikki bara rakar fólk sum frammanundan eru í vandabólkum, so sum misnýtarar og sálarliga sjúk fólk.
- Hetta er ein trupulleiki sum rakar allar sosialar bólkar. Eitt nú fáa millum 10 og 15 prosent av øllum mammum eina føðingarpsykosu, sum annaðhvørt kann bera í sær, at mamman stoytir barnið frá sær ella knýtir seg ov nógv til tað, sigur Kari Killén, og nevnir eisini miðalstættarfamiljurnar, sum eru so strongdar, at tær ikki megna at vera kensluliga til staðar hjá barninum. Hetta er eitt mynstur sum gerst alt sjónligari í norðurlondum, tí familjurnar hava úr at gera, við at halda materiella støðinum uppi og gloyma at vera saman við barninum.
Fyribyrging neyðug
Síðani eru tær familjurnar sum frammanundan hava stórar trupulleikar at dragast við, men sum allar eru eyðkendar við at hava eitt negativt kenslusligt samband við børnini. Hesar kunnu, eitt nú, vera familjur sum eru í kreppu, har foreldrini eru rúsdrekka- ella rúsevnismisnýtarar, har maðurin bukar konuna og viðhvørt børnini ella foreldur sum eru sálarliga sjúk. Barnaverndir og heilsuskipan kenna ofta familjurnar frammanundan, og stig eiga verða tikin longu meðan mamman er við barn, soleiðis, at hon kann fyrireika seg til nýggja leiklutin og familjan annars fáa allan tann stuðul sum tørvur er á, sigur Kari Killén, sum eisini vísir á, at børn sum vaksa upp undir slíkum umstøðum, hava stóran tørv á at knýta seg til vaksin fólk uttanfyri heimið, sum tey kenna seg trygg hjá og kunnu práta við, um tað sum fer fram og hjálpa barninum at skilja kaotisku støðuna.
Vilja ikki blanda okkum uppí
Spurd, um hví tað er so torført at siga frá, tá vit vita, at eitt barn livir í einum heimi við misnýtslu, harðskapi og ótta, sigur Kari Killén, at tað altíð er torført at leggja seg útí viðurskiftini hjá øðrum, og ikki minst foreldrauppgávuna, sum frammanundan er eitt viðbreki øki, sum vit øll eru sár um. Og á smáplássum er tað uppaftur torførari, tí vit ræðast at gerast offur fyri slatur og at verða útihýst úr felagsskapinum. Kortini, sigur Kari Killén, hava vit skyldu til at lata eyguni upp og taka stig til at venda gongdini, áðrenn tað gerst ov seint. Somikið av virðing eiga vit at hava fyri barninum og okkum sjálvum, at vit mugu ikki fjala yvir tað sum kennist óhugnaligt og torført.