Úr Norðurlondum: Sendu F-16 eftir trolarum

Norska sjóverjan helt seg ikki hava annað í at velja týsdagin enn at senda tvey jagaraflogfør av slagnum F-16 at varskógva tveir trolarar, sum høvdu kós ímóti einum oljupalli í Norðsjónum.

Hóast fleiri royndir, bar ikki til at fáa samband við skipini.
Tey bæði flogførini vóru við í einari venjing hjá norska flogvápninum, tá flogskipararnir fingu boð um at seta kós ímóti oljupallinum Sleipner-B, tí tvey ókend fiskifør vóru á veg ímóti trygdarmarkinum kring pallin. Markið er 500 metrar. Samstundis sendi sjóverjan eina tyrlu avstað, og eitt hjálparskip, sum lá hjá einum øðrum oljuballi, fekk eisini boð um at sigla ímóti teimum fremmandu skipunum.
Tað vísti seg, at trolararnir vóru skotskir, og teir broyttu sjálvir kós, áðrenn teir komu inn á trygdarmarkið kring norska pallin.
Norska verjan skipaði eina serliga trygdareind fyri trimum mánaðum síðani, og hetta er fyrstu ferð, at hon hevur verið nýtt.