Leygardagin var seinna finalan um norska meistaraheitið í flogbólti hjá monnum leikt. Í Noreg verður spælt best av trimum dystum í finaluni, og dysturin leygardagin var næsti finaludysturin millum BK Tromsø við Rúna Weihe á liðnum og Dragsvoll. Fyrstu finaluna vunnu Rúni og liðfelagar hansara á útivølli 3-2 eftir ein sera spennandi dyst.
Greiður sigur
Dysturin leygardagin í Tromsø gjørdist ongantíð eins spennandi og tann fyrra finalan, tí megin partin av dystinum hevði Tromsø greiða yvirvág. Bert í fyrsta settinum var veruligur spenningur í, men til endans vann Tromsø settið 27-25. Síðani gjørdist munurin á liðnum sjónigari, og tey bæði næstu settini vann Tromsø ávíkavist 25-17 og 25-20.
Í norskum fjølmiðlum stendur at lesa, at Tromsø var betra liðið, og serliga var tað álopsspælið hjá Tromsø, ið gjørdi munin.
Við sigrinum leygardagin hava Rúni Weihe og BK Tromsø tryggjað sær greipuna í norskum flogbólti í ár. BK Tromsø vann nevnliga fyri kortum eisini norsku steypafinaluna, tá ið teir í finaluni vunnu 3-2 á KVBK.
Ungt men vinnandi felag
Felagið BK Tromsø hevur ikki so nógv ár á baki. Flogbólturin í Tromsø datt niðurfyri fyri nøkrum árum síðani, men fyri okkurt um tveimum árum síðani bleiv felagið endurreist undir navninum BK Tromsø, og ikki kann sigast annað, enn at tað hevur gingið framúr væl síðani tá. Hesi bæði árini hevur tað nevnliga eydnast BK Tromsø at vinna ikki færri enn trý gullheiðursmerkir og eitt silvurheiðursmerki.
BK Tromsø hevur í hesum kappingarárinum leikt 31 dystir, og teir hava vunnið 26 av hesum dystum. Bert tvær ferðir hava teir verið við undirlutan í norsku landskappingini, meðan teir tríggjar dystir taptu í europeisku kappingini.
Ikki kann sigast annað, enn at hetta kappingarárið hevur verið eitt rimmar ár hjá Rúna. At gerast greipuvinnari fyrsta árið, ið hann roynir seg í norskum flogbólti, er ikki hvørjum mani beskorið. Harafturat hevur tað eisini gingist rættuliga væl á landsliðnum, sum jú teimum flestu flogbóltsáhugaðu føroyingum kunnugt, vann EM-kvalifikatiónina, ið var leikt í Skotlandi stutt fyri jól. Í hesari kapping varð Rúni eisini kosin besti leikari í kappingini, umframt at hann eisini bleiv valdur sum besti smashari í kappingini.
Rúni Weihe hevur tó eisini verið nógv darvaður av einum skaða í rygginum í ár, men hetta hevur tó ikki forðað honum í at leikt fyri tað. Undan seinnu finaluni í vikuskiftinum hevði Rúni tikið pínustillandi heilivág í fleiri dagar, so at hann var førur fyri at leika í finaluni. Nú fær Rúni so frið til at fáa ryggin frískan aftur, áðrenn hann í summar aftur skal á vøllin við føroyska landsliðnum, sum skal royna at spæla seg víðari í EM-høpi. Sosialurin ynskir Rúna Weihe hjartaliga tillukku við greipuni!










