Rúni syngur Wagner í Leipzig

Rúni Brattaberg syngur m.a. leiklutin hjá Hagen/Høgna, nú Ringurin hjá Richard Wagner verður framførdur í Leipzig.

Rúni Brattaberg úr Vági er kendur operasangari, og hann hevur sína dagligu gongd á altjóða pallum kring heimin. Í løtuni er hann við í opera hja Wagner, og listaportal.com skrivar í hesum sambandi soleiðis:

 

Nú hendir tað næstan javnan, at føroyingar gera um seg listarliga á altjóða pallum, men ikki eiga vit nógvar operasangarar í heimselituni.

 

Nú Ringurin hjá Richard Wagner verður framførdur í Leipzig, hevur ein vágbingur ein av høvuðsleiklutunum - tað er bassangarin Rúni Brattaberg, sum syngur m.a. leiklutin hjá Hagen/Høgna. 30.apríl var frumframførslan av "Götterdämmerung" á Leipzig Opera. "Götterdämmerung" ella "Ragnarök" er seinasti partur í "Ring des Nibelungen" eftir Richard Wagner, ið er ein søga samansett úr "Regin Smiði", "Sjúrðarkvæðunum" og "Brynhildartátti". Framførslan hevur áhuga um allan heim, frumframførslan var útseld og fólk úr 45 ymiskum londum høvdu keypt atgongumerki. Tann 5.,6.,7. og 8 mai verður samlaði "Ringurin" framførdur, tá hevur Rúni leiklutirnar sum "Hunding" (Hundingssynir), og "Fafner" (drekin Fávnir) aftrat.  - Fyrsta ummælið er komið, tað er Andreas H. Hölscher, ið tykist sera hugtikin. Hann skrivar í Opnernnetz eitt gjølligt ummæli, har hann rósar sangarunum, leikstjórnini og orkestrinum. Rúni Brattaberg er tikin úr leiki, heldurhann og skrivar m.a: "Rúni Brattaberg er sum Hagen tann stórbæra antihetjan. So sannførandi sum hann er í Valkyriunum, er hann sum Hagen enn ógvusligari. Hansara døkka, dundrandi og ræðandi bassrødd er ideel í leiklutinum..” - Hiðani ynski eg Rúna Brattaberg hjartaliga til lukku og góða eydnu.

 

http://www.opernnetz.de/Seiten/Aktuelle_Auffuehrungen/Leipzig_Goetterdaemmerung_Hoelscher_160430.html 

 

 

 

Kelda: www.listaportal.com