Rúni spælir jazz á Hvonn

Í kvøld er aftur jazzur á Hvonn. Hesaferð er tað guitarleikarin Rúni

Eysturlíð, ið er DJ´assari

Rúni hevur áður verið DJ´assari á Hvonn og hava

tey kvøldini verið væl vitjað. Tónleikurin er millum annað melodiøsur funk-kendur jazzur. Síðstu kvøldini hava verið sera væl vitjaði á Hvonn og tað letur til, at so verður eisini í kvøld.

Sum stigtakararnir taka til : Tað er týskvøld, tað er jazzur, tað er Hvonn, tað er tað!