Rúni Højgaard skoraði ikki færri enn 15 mál, tá H71 í kvøld van nein greiðan 37-21 sigur á einum troyttum Team Klaksvík liðið, sum hevði heimavøll í Hoyvík.
Støðan sigur tað sum skal sigast um dystin. H71 var væl betra liðið, og sigurin var ongantíð í vanda. Stóri málslúkurin hjá hoyvíkingum var Rúni Højgaard, sum skoraði ikki færri enn 15 mál.
Team Klaksvík tóktist troyttir frá dystinum mikukvøldið. Millum annað skoraði H71 átta mál upp í slag mitt í fyrra hálvleiki, tá øll bakketan hjá Team Klaksvík mátti út at hvíla. Sámal á Tjaldrafløtti Olsen og Beinur Heðinsson vóru toppskoarar við ávíkavit átta og sjey málum.
H71 spældi ikki í hægsta geari, men heldur nú fast í oddaliðnum við sigrinum. Sermerkt við dystinum er, at Team Klaksvík hevði heimavøll í høllin í Hoyvík, tí teir ikki sleppa at spæla í Badminton høllini í Klaksvík vegna skaða.
Atlantic Airways deildin:
Team Klaksvík H71 21-37 (9-19)
Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 8, Beinur Heðinsson 7, Dánjal Kjærbo 4, Andrias Ellingsgaard 1, Vilhelm Vilhelmsen 1
H71: Rúni Højgaard 15, Hallur Biskopstø 5, Bogdan Florea 4, Hanus Norðberg 3, Ári S. Olsen 3, Tróndur Arge 3, Høgni Djurhuus 2, Niels Viggo Niclassen 1, Sigmundur Nolsøe 1