Rúni skal venja toftamenn

Eftir at hava vissað AB uppflyting í ár, skal Rúni Nolsøe nú royna at fáa B68 aftur í fremstu


B68 hevur gjørt sáttmála við Rúna Nolsøe um, at hesin komandi árið skal virka sum venjari hjá felagnum, sum í fjør misti sætið í Formula-deildini.
Endamálið her er púrasta greitt, at felagið aftur skal vinna sær pláss millum tey fremstu í landinum, og at hjálpa sær við hesum hevur Rúni fingið tveir garvaðar veteranar hjá B68. Saman við Rúna skulu Øssur Hansen og Ingolf Petersen nevnliga standa fyri venjingunum.
 
Álopið burtur
Hópurin, sum Rúni higartil hevur at arbeiða við, er í mangar mátar tann sami, sum hann var tað í fjør. Á miðvøllinum er Julian S. Johnsson burtur, men Rúni skal ætlandi virka sum spælandi venjari, og tí ber til at siga, at tað holið í ávísan mun er fylt.
Hinvegin tykist álopið at resta nakað. Teir báðir fremstu menninir frá í fjør – Anderson og Súni Fríði Barbá – hava nevnliga báðir skift felag, men enn vil formaðurin hjá B68 ikki siga nakað um, hvørt talan verður um tilgongd.
- Í útgangsstøðinum verður talan um at blanda kortini nakað øðrvísi, og so fæst at síggja, hvørt talan verður um aðrar spælarar til okkurt av plássunum.
 
Ein betri platformur
Tá AB í heyst hevði vissað sær uppflyting, tóktist tað vera eitt greitt ynski, at venjarin helt fram.
Sjálvur helt Rúni Nolsøe sær tó ikki til, og hann heldur framvegis, at talan var um rætta avgerð.
- Tað er kanska ein blanding av fleiri lutum. Enn havi eg ikki øll pappírini, sum krevjast í fremstu deildini, men fyri tað kundi eg kanska virkað. Men eg kenni tað eisini so, at tað vildi verið eitt djarvt stig, um eg longu nú skuldi roynt meg í Formula-deildini. Í so máta er 1. deild ein betri platformur at royna nøkur ting, og eg eri sannførdur um, at hetta gevur mær betri møguleikar at mennast sum venjari, heldur Rúni.