Rúni skal venja FC Hoyvík

Seinnapartin leygardagin varð tað greitt, at FC Hoyvík eisini næsta ár skal verða partur av næstbestu fótbóltsdeildini. Tað varð staðfest, tá ið FC Hoyvík vann 4-0 á MB. Og um kvøldið kundi felagið kunngera, hvør skal standa á odda fyri besta fótbóltsliðnum næsta ár. Tað verður Rúni Nolsøe. Hann fer at loysa Jón Brekku av. Fyrr í summar loysti Jón Brekku Helga L. Petersen og Finn Mørk av. Rúni var í fjør venjari hjá HB. Frammanundan hevði hann havt ábyrgdina av B68 og AB, sum bæði undir hansara leiðslu fluttu upp í bestu deildina.