Rúni Hentze spyr um veiðiloyvir

- Fyri stuttum vórðu tveir partrolarar skiftir út við tveir størri innfluttar bátar. Fyri at javna munin á veiðiorkuni hjá gamla og nýggja parinum verður veiðiloyvi hjá lemmatrolara, sum er lagdur med alla fyri 4 ?5 árum síðani, innroknað.
<DPTAB>    Løgtingsmaðurin, Rúni Hentze, vil hava at vita frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, um henda framferð er sambært lógini um vinnuligan fiskiskap

Veiðiloyvir

Løgtingsmaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum í Sandoynni, Rúni Hentze, hevur sett landsstýrismanninum í fiskivinnumálum skrivligan fyrispurning um veiðiloyvir.
Fyrispurningurin varð settur,11. februar, og eri ikki svaraður enn.
Rúni vil í fyrsta lagi hava at vita, um heimildir eru í lógini at leggja veiðiloyvir hjá partrolara og lemmatrolara saman, og hvør mannagongdin fyri slíkari samanlegging. Hann spyr eisini eftir hvørjum reglum, veiðiorkan hjá partrolara og lemmatrolara verður roknað út.
Í fjórða lagi spyr Rúni, hvør heimildin er fyri hesum reglum, tá ið kunngerðin um, hvussu veiðiorkan verður roknað út, enn ikki er gjørd.
At enda vil løgtingsmaðurin hava at vita, hvussu leingi eftir, at eitt fiskifar er lagt med alla, landsstýrismaðurin eftir umsókn kann veita tilsøgn um veiðiloyvi til annað skip í staðin, sum síðan skal verða skrásett innan 2 ár eftir, at tilsøgnin er givin.

Eingin kunngerð

Í viðmerkingum sínum, vísir Rúni til lógina um vinnuligan fiskiskap, § 8. Her stendur, at loyvt er at flyta veiðiloyvi frá einum fiskifari, sum er lagt med alla, yvir á innflutt fiskifar við minni ella somu orku.
- Í stk. 3 stendur, at veiðiloyvi frá tveimum fiskiførum, ið eru løgd med alla, kunnu verða flutt yvir á annað far svarandi til, at fiskiorkan ikki verður størri enn fiskiorkan tilsamans hjá fiskiførunum, sum veiðiloyvini verða flutt frá. Í stk. 4 stendur, at verður fiskifar lagt med alla, kann eigarin fáa tilsøgn um veiðiloyvi til annað far í staðin innan 2 ár frá tí degi, tilsøgnin er givin.
Løgtingsmaðurin vísir eisini til stk. 7 í lógini, har sagt verður, at landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð reglur um, hvussu fiskiorka verður roknað út og um mannagond fyri samanlegging.
- Men henda kunngerð er ongantíð gjørd, sigur hann.
At enda vísir Rúni til § 5 í lógini, stk. 12. Her stendur, at fiskifør kunnu ikki skifta høvuðsbólk.

Undarlig javning

- Fyri stuttum vórðu tveir partrolarar skiftir út við tveir størri innfluttar bátar. Fyri at javna munin á veiðiorkuni hjá gamla og nýggja parinum verður veiðiloyvi hjá lemmatrolara, sum er lagdur med alla fyri 4 ?5 árum síðani, innroknað, sigur løgtingsmaðurin.
Løgtingið samtykti, 12. februar, at fyrispurningurin skal svarast.
Tá ið fyrispurningurin varð reistur, var Anfinn Kallsberg virkandi fiskimálaráðharri. Síðan er Jacob Vestergaard komin í hansara stað, og tí verður tað hann, ið fer at svara løgtingsmanninum.