Rúni fegnast um lutakastið, men harmast hørðu dystarskránna

Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Rúni Nolsøe fegnast um, at EB/Streymur skal møta meistarunum úr Andorra, Lusitanos í tí fyrsta undanumfarinum í Champions League lutakastinum.

 

Samstundis sum Rúni fegnast um tað góða lutakastið, so harmast hann um ta hørðu dystarskránna, sum ger tað torførarari hjá EB/Streymi at fyrireika seg til ta evropeisku uppgávuna.

 

Fríggjakvøldið skal EB/Streymur spæla effodeildsdyst ímóti TB í Trongisvági, og sleppa teir ikki norður aftur fyrr enn leygardagin, og tað heldur Rùni ikki er optimalt.

 

Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra eina samrøðu við Rúna Nolsøe um lutakastið hjá EB/Streymi.