Borgarstjórin i Runavík bjóðar leygardagin í næstu viku til almenna móttøku í nýggja kommunuskúlanum, tá skúlin alment verður tikin í brúk Leygardagin 13. desember 2008 klokkan 14 verður móttøka í skúlanum í Runavík í samband við, at nýggi skúlin verður tikin alment í nýtslu. Talan er um eitt alment hátíðarhald, sum fráfarandi borgarstjórin í Runvavík, Hans Jacob Lamhauge, vegna kommununa bjóðar inn til.