Rúna nýggjur leiðari í Javna

Mánadagin verður leiðaraskifti í Javna. Tá leggur Anna Háberg frá sær eftir tvey ár sum leiðari, og Rúna Sivertsen tekur við

Mánadagin tekur Rúna Sivertsen við sum dagliru leiðari í Javna.

Anna Háberg, sum hevur verið dagligur leiðari í felagsskapinum síðani í apríl 2007, hevur valt at siga starvið frá sær, fyri at fara aftur í sítt gamla starv sum fangavørður.

- Hetta hevur verið eitt ótrúliga mennandi starv. Tú møtir einari rúgvu av ótrúligum menniskjum. Her er ógvuliga nógv at tríva í, og tú verður ongatíð liðug, heldur ikki, tá tú kemur til hús, sigur Anna Háberg.

Har er nógv at taka sær av í starvinum sum dagligur leiðari. Eitt nú hevur Anna Háberg nýtt nógva tíð og orku upp á eitt mál sum Børkugøtu, har húsini vóru í so ringum standi, at vindeygu ikki fingust upp.

- Men tað er eisini ein rúgva av persónligum málum at taka sær av, sigur Anna Háberg.

MBF er paraply-organisatiónin hjá nógvum feløgum í Føroyum, sum umboða fólk við ymsum brekum, og Anna Háberg vildi ynskt, at hóast hesi feløg standa væl saman, at teirra samanhald gjørdist sjónligari, so tey kundu staðið enn sterkari.

- Fyri at siga tað stutt, so hevur Javni til endamáls at betra um korini hjá teimum menningartarnaðu og teirra avvarandi, og eitt, sum er alneyðugt at fáa broytt, er verjulógin hjá teimum menningartarnaðu, tí tá tey gerast myndug, enda tey í einum ongamannalandi, har foreldrini onga ávirkan hava meiri, meðan tey menningartarnaðu sjálvi ikki í øllum førum sjálvi eru før fyri, at taka neyðugar avgerðir, sigur Anna Háberg.

 

Byrjar mánadagin

Tað verður sum nevnt Rúna Sivertsen, sum tekur við sum nýggjur leiðari í Javna, og hennara arbeiðsdagur hjá felagsskapinum byrjar mánadagin.

Men longu í gjár var nýggi leiðarin á fundi við Rósu Samuelsen, umboðandi Javna.

- Tað verða nógvar og ymiskar uppgávur at taka sær av, og eg rokni við, at tað eisini fer at hava eina ávirkan á starvið, hvussu persónligu eginleikarnir hjá leiðaranum eru, sigur Rúna Sivertsen.

Av uppgávum kunnu nevnast týdningurin av at vísa andlitið hjá felagsskapinum úteftir, at útvega hættir at vinna felagsskapinum pening og at skipa fyri ymiskum tiltøkum, sum kunnu varpa ljós á korini hjá teimum menningartarnaðu.

- Umframt nevndina hevur Javni eisini fleiri økisfeløg, sum eg komi at samskifta við, sigur Rúna Sivertsen.

Hon kemur frá einum starvi sum parttíðar skrivari hjá Sjálvstýrisflokkinum, umframt at hon hevur gjørt nógv við arbeiðið sum sjálvboðin hjálpari hjá ABC-barnahjálpar felagsskapinum, har hon millum annað var við í Liberia fyrr í ár.

Starvið sum dagligur leiðari er eitt fulltíðarstarv, og Rúna Sivertsen tekur sum nevnt við hesum starvi mánadagin.