Høgni & Aksel:
Løgmaður liggur oman á málinum
Kaj Leo Holm Johannesen skal hava ein møguleika at koma við lógaruppskoti, sum broytir lønarviðurskiftini. Men ger hann einki, so gera vit tað fyri hann, siga formenninir í stóru andstøðuflokkunum
Jón Brian Hvidtfeldt
- Viðgerðin av lønarviðurskiftum hjá landsstýris- og løgtingsfólki er at rokna sum móðurin at øllum hyklaríið. Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sum sjálvur hevur kent smakkin av at fáa dupulta løn, tá hann fór úr Tinganesi aftur í løgtingið.
Stóru andstøðuflokkarnir eru samdir um, at lønarviðurskiftini hjá landsstýrisfólki skulu vera tey somu sum hjá øðrum alment settum.
Tað merkir við øðrum orðum, at landsstýrismaðurin varðveitir hægru lønina eitt tíðarskeið, tá hann fer úr løgtinginum og tekur sæti á løgtingi.
- Tað hevur týdning at hava eina skipan við greiðum gjøgnumskygni, soleiðis at politikarar verða lønt á sama hátt sum alment lønt, sigur Aksel V. Johannesen.
Báðir teir stóru andstøðuflokkarnir vísa á, at løgmaður í vetur fekk eitt tilmæli um, hvussu lønarviðurskiftini eiga at skipast fyri landsstýrisfólk. Eitt av høvuðstilmælinum í tí álitinum er, at onnur almenn løn skal mótroknast í fráfaringarlønini hjá einum landsstýrisfólki.
- Síðani er einki hent, og vit bíða framvegis eftir løgmanni, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.
Somuleiðis verður í álitinum mælt til, at landsstýrisfólk fáa somu eftirlønarviðurskifti sum onnur alment lønt. Tað vil siga eitt eftirlønargjald á 15 prosent, sum verður goldið inn á eina góðkenda eftirlønarskipan.
- Landsstýrisfólk eiga at verða lønt eftir somu princippum sum onnur almenn starvsfólk. Bæði viðvíkjandi eftirløn, koyripengum og eisini fráfaringarløn, tá tey fara úr aftur landsstýrinum, sigur Aksel V. Johannesen, og Høgni Hoydal er púra samdur.
Tolið
Tað var á ólavsøku í fjør, at løgmaður boðaði frá, at hann nú fór at taka sær av málinum um umstríddu lønarviðurskiftini hjá løgmanni. Hann setti ein arbeiðsbólk at viðgera málið, og álitið varð skrivað liðugt gamlaárskvøld í fjør.
Men framvegis er sama skipan galdandi fyri landsstýrisfólk, sum áðrenn løgmaður segði seg fara at taka málið upp.
- Vit hava verið á fundi við løgmann um hetta málið og ført okkara sjónarmið fram. Men eftir øllum at døma hevur løgmaður nú slept øllum málinum, tí at semja ikki fekst um allar smálutirnar í tí álitinum, sum løgmaður fekk frá nevndini, sigur Høgni Hoydal, sum heldur at skipanin eigur at vera broytt beinanvegin, soleiðis at hon kann koma í gildi eftir næsta løgtingsval.
- Løgmaður boðaði í vár frá, at hann fór at leggja eitt broytingaruppskot fyri tingið á ólavsøku. Nú vit eru komin út í oktober er framvegis einki uppskot komið frá løgmanni. Men málið stendur tó á løglistanum, og tí skal løgmaður fáa møguleikan at koma við uppskotinum sjálvur, sigur Aksel V. Johannesen, sum greitt gevur til kennar, at tolið hjá andstøðuni er við at vera uppi.
- Kemur einki uppskot frá løgmanni, so verður Javnaðarflokkurin við til at leggja eitt uppskot fyri løgtingið, sum broytir hesi viðurskifti, sigur Aksel V. Johannesen.
Sambært Høgna Hoydal er Tjóðveldi eisini til reiðar at leggja upppskot fyri løgtingið um at broyta lønarviðurskiftini hjá landsstýrisfólki, um so er at løgmaður einki ger við málið.
…
Alfred Olsen:
Órímilig skipan
Eins væl og løgtingsfólk missa løgtingslønina, tá tey fara í landsstýrið, so eiga landsstýrisfólk at missa landsstýrislønina, tá tey fara aftur í løgtingið, heldur formaðurin í tingbólki Sambandsfloksins
Jón Brian Hvidtfeldt
Alfred Olsen heldur einfalt, at sama skipan skal vera galdandi báðar vegir, tá fólk flyta millum landsstýrið og løgtingið.
- Løgtingsfólk missa løgtingslønina, beinanvegin tey fara úr løgtinginum í landsstýrið. Tí er eisini rímiligt, at landsstýrisfólk missa landsstýrislønina, tá tey fara úr landsstýrinum í løgtingið, sigur formaðurin í tingbólki Sambandsfloksins.
Alfred Olsen heldur ikki, at nakar er verdur at fáa dupulta løn. Og hann heldur tað heldur ikki vera rímiligt, at eitt landsstýrisfólk varðveitir sína landsstýrisløn, meðan tað arbeiðir í løgtinginum.
- Eg haldi heilt einfalt, at sum løgtingslimur eigur tú at fáa løn úr løgtinginum. Hvørki meira ella minni, sigur Alfred Olsen.
…
Jákup Mikkelsen:
Órímiligt við dupultari løn
- Yvirskipað haldi eg at tað er ikki í lagi, at fólk fáa landsstýrismannaløn og løgtingsmannaløn í senn, heldur formaðurin í tingbólki Fólkafloksins
Jón Brian Hvidtfeldt
Jákup Mikkelsen heldur, at landsstýrisfólk og løgtingsfólk eiga at fáa eina rímiliga løn, sum hvørki skal vera ov høg ella ov lág. Og formaðurin í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum hevur ikki hug at gera viðmerkingar til lønina hjá Kára P. Højgaard.
Men Jákup Mikkelsen heldur tó ikki, at verandi skipan, har til ber at fáa landsstýrismanna- og løgtingsmannaløn í senn, er rímilig.
- Nei, tað er ikki rímiligt, at sami persónur kann fáa tvær lønir útgoldnar frá sama arbeiðsgevara í senn, heldur formaðurin í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum.
..
Jenis av Rana:
Bara eina løn í senn
Málið er sera einfalt at loysa. Viðkomandi landsstýrismaður eigur sjálvandi at siga aðra lønina frá sær.
Jón Brian Hvidtfeldt
Jenis av Rana er avgjørdur í spurninginum um, hvørt landsstýrismenn, sum aftur taka sæti á tingi, skulu hava bæði landsstýrismannaløn og tingmannaløn í eitt hálvt ár eftir, at teir eru farnir úr landsstýrinum.
- Málið er sera einfalt at loysa. Viðkomandi landsstýrismaður eigur sjálvandi at siga aðra lønina frá sær, sigur Jenis av Rana ogh heldur fram:
– Løgið nokk tykist hetta altíð broytast, tá tað gerst aktuelt fyri enntá menn, sum áður sjálvir hava skotið upp at broyta tað, sigur Jenis av Rana, sum tí heldur tað verða neyðugt at fáa gjørt eina lógarbroyting, ið loysir hendan trupulleikan.
– Og sjálvur ivist eg ikki í, at eitt slíkt uppskot fer at fáa undirtøku í løgtinginum, tí eingin tingmaður við viðrðing fyri samfelagsstøðuni og støðu landskassans kann halda núverandi praksis vera virðiliga ella normala, sigur Jenis av Rana