Ein bilførari misti koyrikortið á staðnum í nátt eftir eitt ferðsluóhapp.
Tað var beint eftir midnátt, at hann rendi á ein bil, sum stóð parkeraðu í miðbýnum í Havn, men heldur enn at steðga og boða frá, rýmdi hann av staðnum og koyrdi víðari.
Men fólk hoyrdu stoytin, og tey sóu eisini bilføraran, og tey vistu hvør hann var, so tey boðaðu løgregluni frá. Løgreglan fekk fatur á bilføraranum stutt eftir og tá var hann ávirkaður av rúsdrekka.
Av tí, at vitni høvdu sæð hann, og kendu hann aftur, var tað ringt at sleppa burtur tí, og hann viðgekk eisini, at tað var hann, sum hevði koyrt. Og av tí, at talan var um eitt ferðsluóhapp, og av tí at hann rýmdi av staðnum, tók løgreglan koyrikortið frá honum upp á standandi fót. Men tann endaligi dómurin fellur so, tá ið bilførarin verður førdur fyri rættin.
Løgreglan sigur, at í Eysturoy varð ein maður somuleiðis tikin fyri at koyra prutl við kenning.
Tað er líka ólógligt, sum tað er at koyra bil við kenning, og tað kann eisini fáa avleiðingar seinni, tí hesin dómurin fer at fylgja føraranum.
Tað merkir, at skuldi hann seinni verðið tikin fyri at koyra bil vil kenning, fer dómurin fyri at koyra prutl við kenning, at telja við, so ístaðin fyri at missa koyrikortið í tvey ár, missur hann tað kanska í fimm ár.