Fiskivinna
Í dag landar ísfiskatrolarin Vesturbúgvin í Vestmanna. Teir hava eini 170.000 pund. Vesturbúgvin partrolar saman við Eysturbúgvanum, sum helst landar í Sandoynni.
Í Saltangará landa ísfiskatrolararnir Bakur og Stelkur í dag. Teir hava smá 300.000 pund tilsamans.
Á Faroe Seafood siga tey, at Rókur og Lerkur koma inn at landa í morgin. Teir høvdu eini 500 kør í dag, sum er út við 300.000 pund.
- Veðrið hevur verið skiftandi, og fiskiskapurin heldur lakari í seinastuni. Vesturbúgvin og Eysturbúgvin vóru ikki fullir. Tað vóru Bakur og Stelkur heldur ikki. Væntandi er tó, at Rókur og Lerkur, sum landa í morgin, verða fullir, nú teir koma inn, verður sagt.
Bakur og Stelkur plaga at roynast drúgvir, men á seinasta túri mistu teir ein dag, tá ið teir noyddust inn, tí okkurt smávegis var galið hjá øðrum skipinum.
Ætlandi landa ísfiskatrolararnir Kalsevni og Grímur Kamban í morgin.
Enn er tó ivist, hvar teir fara at leggja veiðina upp, og hvussu nógv teir hava inni, nú túrurin er um at verða liðugur.
Meginparturin av veiðini hjá ísfiskatrolarunum er upsi.