Rókur, Mikael og Kári umborð á Høganesi

Í annaðkvøld, hóskvøldið, kl. 20 verður ein áhugaverd konsert umborð á sluppuni Høganes, sum liggur í bátahylinum í Runavík. Konsertin er liður í Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu, sum er í døgunum 23. til 30. oktober

Konsertin verður í tveimum pørtum. Fyrsta partin syngur og spælir lokali tónleikarin Kári Sverrisson egnar sangir. Kári er upphavið til tónleikabólkin Enekk og er nógv frammi innan føroyska tónleikaheimin, serliga fólkatónleik.
Næsta partin av konsertini syngur og spælir Rókur Jakobsen egið tilfar. Rókur er eisini ein royndur tónleikari og vann fyri nøkrum árum síðan Singer/Songwriter kappingina. Harumframt syngur og spælir Rókur við bólkinum All That Rain, og var hann oddamaður í bólkinum Tangz.
Kendi bassisturin Mikael Blak spælir hetta kvøldið saman við bæði Kára og Róki. Mikael hevur spælt saman við nógvum ymiskum føroyskum bólkum seinastu árini. Millum annað er hann fastur bassistur hjá Teitur Lassen, spælir saman við Enekk, Yggdrasil og kenda bólkinum 200.
Konsertin byrjar kl 20. Atgongumerki á 50 kr. vera seld umborð undan konsertina. Eftir konsertina ber til at leggja leiðina framvið Hæddini, har Mentanarhúsfelagið í Runavíkar kommunu skipar fyri Jam Session og cafékvøldi kl. 22.00.