Fólkaflokkurin ynskir at gera upp við hesa gongd, og vil hava eina nýggja skipan, har lívsgóðska, frælsi og felagsskapur fyri tey eldru verður í hásætið.
Øll menniskju hava krav uppá virðiligar umstøður. Eldri hava, sum øll onnur, ymiskan tørv og væntanir til tað hjálp og tær tænastur tey fáa.
Tá talan er um bústaðarmøgurleikar og heimahjálp til tey eldru, so má ásannast, at í Føroyum eru vit langt frá tankanum um at veita teimum eldru tænastur í mun til ymiskan tørv. Veruleikin er, at tað eru so at siga bert tveir møguleikar – at búgva heima, ella at fara á røktarheim. Hetta tí at fyribyrgjandi arbeiðið við eini styrktari heimahjálp o.l. er spart niðurum pínumarkið. Á bústaðarøkinum er onki gjørt við eldrabústaðir, og tey sambýlir sum komu fyri nøkrum árum síðani, eru við tíðini blivin til smá røktarheim, tí tað als ikki er fylgt við økingini av akutta tørvinum fyri røkt. Tey sum hava tørv á at sleppa á røktarheim sleppa ikki, tí tað er bíðilisti allaðstaðni.
Heldur ikki tað samstarv sum átti at verið millum land og kommunur er nøktandi, og er avmarkað til bert at snúgva seg um nøkur fíggjarlig viðurskifti.
Tí vil eg fegin fara í løgtingið at arbeiða fyri, at fáa umraðfestingar gjørdar, so vit stuðla uppundir fjølbroytni í fyribyrgjandi tænastum til eldri, við at betra um heimahjálp, mattænastu, dagtilhald,venjingarmøguleikar, umlætting og vitjunartænastur. Tað er eisini neyðugt at menna nýggjar bústaðarhættir fyri tey eldru í Føroyum, soleiðis at tey eldru kunnu finna ein bústað sum ikki er eitt røktarheim, men sum nøktar teirra tørv fyri tryggleika og felagsskapi við onnur.