Tað skrivar hann á Twitter.
– Eg stilli upp til forsetavalið fyri at vinna á Donald Trump og enduruppbyggja USA. Eg haldi, at mínar serligu royndir í handilslívinum, politikki og vælgerðararbeiði fara at hjálpa mær at vinna og leiða landið, skrivar Bloomberg.
Tað kemur ikki óvæntað, at Bloomberg stillar upp. Milliardingur hevur bílagt sjónvarpslýsingar fyri 33 milliónir krónur í bara eina viku. Lýsingarnar verða vístar á sjónvarpi í 99 býum í øllum landinum.
Teir fyrstu statirnir hava eisini havt evstamark fyri at koma á atkvøðuseðilin til undanvalini næsta ár. Her tryggjaði Bloomberg sær eisini í síðstu viku, at hann er á atkvøðuseðlinum í statunum Arkansas og Alabama.
Tað er tó greitt, at hann ikki verður á atkvøðuseðlinum í New Hampshire, sum er annar statur, sum hevur undanval.
/ritzau/