Kristina Háfoss
13 sigst at vera eitt tal, ið elvir til óeydnu - og staðfestast kann at nú 13 ár eru liðin síðan bankakreppan í 1992 tók veruligt dik á seg í Føroyum, er politiska skipanin við at gera júst somu feilir aftur.
Ráfiskagrunnurin 1975
"Landsstýrið leggur við hesum fram fleiri lógaruppskot, ið miða ímóti at lætta um ta trongstøðu, sum fiskivinnan er komin í av ymsum orsøkum." Orsøkirnar eru m.a."hækkandi oljuprísir"..."lækkandi fiskaprísir"...v.m. Nú skuldi tú kanska hildið at talan er um viðmerkingar til lógaruppskotið um at lata rakstrarstuðul til rækjuvinnuna, tí talan er um nærum júst tær somu grundgevingarnar. Talan er tó um grundgevingar til lógaruppskotið um Ráfiskagrunnin í 1975.
Stovnanin av Ráfiskagrunninum var m.a. eitt úrslit av eini bráðfeingis stuðulsskipan, ið skuldi umfata útróðrarflotan, men sum kunnugt seinni kom til at fata um allan flotan. Úrslitið av hesum kenna vit alt ov væl, og tíverri er nógv, ið bendir á, at vit eru á veg á somu vandakós.
Rækjustuðulin 2005
Hósdagin 21. apríl 2005 legði Landsstýrið fram lógaruppskot á Løgtingi, har mælt varð Løgtinginum til aftur at fara undir beinleiðis vinnulívsstuðul. Hesuferð verður byrjað við rækjuvinnuni. Grein 1 í lógaruppskotinum er soljóðandi: "Landsstýrismanninum verður heimilað at veita rækjuskipum endurgjald fyri eykaútreiðslur og mista fiskitíð. Heimildin verður veitt, tí rækjuskipini stríðast við høgar oljuprísir, lágar rækjuprísir, stongdar havnir í Kanada o.a." Grundgevingarnar eru nærum júst tær somu, sum tá farið var undir Ráfiskagrunnin í 1975, og eru so mikið almennar, at allur fiskiflotin átti at fingið rætt til sama stuðul. Allur flotin stríðist jú við høgar oljuprísir, lágar fiskaprísir o.a.
Føroya Reiðarafelag vil hava almennan studning til øll skip
Greitt er undir øllum umstøðum, at nú fara aðrir partar av flotanum sjálvsagt at leggja alstóra orku í at vinna somu sømdir frá Føroya Landsstýri og Løgtingi, sum rækjuvinnan hevur fingið. Tá rækjuvinnan fær endurgjald fyri høgar oljuprísir, hví skulu aðrir skipabólkar, handlar og virkir á landi, umframt øll húsarhald ikki eisini fáa endurgjald fyri hetta ?
Jákup Sólstein, formaður í Føroya Reiðarafelag sendi eisini sunnukvøldið (24.04.2005) politikarunum eina heilsan í sendingini Ekkó í SVF, har hann rósti politikarunum, ið fóru undir Ráfiskagrunnin í 70?unum, og har hann bað núverandi politikarar umhugsa at geva øllum teirra skipum almennan studning vegna høgu oljuprísirnar. Um rækjuflotin fær - hví so ikki øll skipini hjá Føroya Reiðarafelag ? Eitt er púra greitt, at hava politikarar ikki rygg til at standa ímóti hesum, so vil ein nýggjur "Ráfiskagrunnur" - bara í øðrum líki - skjótt síggja dagsins ljós.
Hvør politikari hevur rygg til at avtaka rækjustuðulin um 2 ár ?
Sagt verður víðari í rækjustuðuls-lógaruppskotinum at latnar verða 10 mió. kr. árliga í tvey ár - tvs. íalt 20 mió. kr. til tey 5 rækjuskipini. Skipini fáa sostatt 4 mió. kr. í part. Dentur verður lagdur á, at talan bert eru um tvey ár, men hvør politikari hevur rygg til at avtaka skipanina um tvey ár ? Ikki er nógv, ið bendir á, at rækjuprísirnar fara upp, ella at oljuprísirnir fara niður, í bræði - og tí stendur sólarklárt, at rækjuvinnan sum vit kenna hana í dag, ikki fer at bera seg.
Enn eitt syrgiligt studnings-ævintýr á veg ?
Vit gjørdu nógvar feilir í 80?unum, men tað skal nú vísa seg um vit hava lært nakað av hesum.
Tað skal vera mín vón, at Løgtingið broytir støðu við 2. og 3. viðgerð av lógaruppskotinum um rækjustuðul, ið annars verður byrjanin til enn eitt studnings-ævintýr, ið øll vita hava ein syrgiligan enda fyri Føroya land og fólk.