Tað var kki eftir áheitan frá donsku stjórnini, at ríkisumboðsmaðurin tók orðið í løgtinginum undir fyrstu viðgerð av penssjónsskipanini.
Hetta svaraði danski forsætisáðharrin Helle Thorning-Schmidt Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni upp á fyrispurning hansara.
Ríkisumboðsmaðurin tók orðið sjálvur og hevur síðan kunnað forsætismálaráðið á embætisfólkastigi.
- Stjórnin hevur sostatt ikki givið ríkisumboðsmanninum boð um at taka orðið í orðaskiftinum í løgtinginum, sigur Helle Thorning-Schmidt.
Hon hevur skilt, at ríkisumboðsmaðurin tók orðið fyri at gera vart við, at uppskotið eisini umfatar danskar myndugleikar og starvsfólk teirra í Føroyum, og at uppskotið ikki hevði verið til hoyringar. Eisini var endamálið at gera vart við, at uppskotið reisir fleiri spurningar, sum staturin má hava møguleika at seta seg inn í, áðrenn upskotið verður samtykt.