Danski ríkisstuðulin til Føroya hevur verið brúktur til at gera okkum meiri heftar av Danmark.
? Men vit eiga at venda byttuni og spyrja: Hvussu kann hann brúkast til at gera okkum meiri sjálvbjargin.
Hendan spurningin reisti Høgni Hoydal, fólkatingslimur, í orðaskiftinum á Fólkatingi hósdagin.
Hann vísti á, at ein loysn kundi verið at blokkurin varð settur í ein grunn, sum skuldi markast til at stuðla gransking, útbúgving og øðrum menningarætlanum, sum førdu fram ímóti sjálvbjargni.
Høgni Hoydal vísti á, at í løtuni sær út til, at føroyska fullveldismálið stendur á bíðilista.
Men hann staðfesti eisini, at tað er ein sannroynd, at størsta forðingin fyri at fullveldisstríðið í Føroyum og Grønlandi, kann halda fram, er tað búskparliga haft, sum blokkurin bindur hesar báðar partarnar í ríkinunum at Danmark við.
Hann sipaði eisini til ráðstevnuna, sum Norðuratlantsbólkurin helt á Christiansborg í farnu viku har m.a. spurningurin varð reistur, hvat danir fáa burturúr blokkstuðlinum til Grønland og Føroya og um tað er ynskiligt at varðveita hesa støðuna, sum ger báðar ríkispartarnar heftar at Danmark.
Sjálvur segði Høgni Hoydal, at ongin ivi er um, at eisini Danmark fær nakað burturúr støðuni, sum hon er nú.
Men hann helt eisini, at tað ber til at siga, at danir betala fyri at varðveita yvirvøldina í Norðuratlantshavi og tað helt hann, at danska stjórnin skal viðurkenna og at royna at fáa eitt kjak í lag á jøvnum føti.
Høgni Hoydal vísti eisini á, at á ráðstenvuni hevði ein fólkatingsmaður spurt um ikki blokkurin kann brúkast til at skapa sjálvbjargni, heldur enn at skapa tað øvugta.
Og júst hendan spurningin fer Norðuratlantsbólkurin nú at taka upp til viðgerðar.
Høgni Hoydal segði, at Norðuratlantsbólkurin fer nú at seta sein bólk av serfrøðingum at lýsa búskaparligu viðurskiftini ímillum Danmark og Føroyar og ímillum Danmark og Grønland. Somuleiðis skal bólkurin vísa á gongdar leiðir fyri at fáa ein sjálvberandi búskap í Føroyum og í Grønlandi.
- Vit fara eisini at spyrja landsstýrið í Føroyum og í Grønlandi, um tey eru sinnað at vera við í eini slíkari ætlan.