Landsfundur
Á landsfundinum í Leirvík, 1. og 2. apríl, gjørdi Sambandsflokkurin sær nakrar niðurstøður.
Flokkurin fegnast um úrslitini, sum rokkin eru higartil í valskeiðnum og heldur, at einki veruligt alternativ er til sitandi samgongu. Fullveldispolitikkurin er lagdur á hillina, og grundarlagið undir landsins politikki á ríkisrættarliga økinum er nýskipanaruppskot Sambandsfloksins. Flokkurin fegnast um góða og uppbyggjandi samskifti, sum aftur er millum ríkispartarnar.
Sambandsflokkurin sigur seg vilja streingja á at fáa gongd á einskiljingar fyri at minka um almenna leiklutin í vinnulívinum. Einstaklingurin eigur at fáa høvi at vísa, hvat hann dugir, og góða úrslitið hjá einstaklinginum fer at koma samfelagnum til góðar.
Flokkurin fegnast um, at ótálmaði vøksturin, sum verið hevur í rakstrarútreiðslunum á løgtingsfíggjarlógini seinastu árini, er steðgaður, og somuleiðis eru eykajáttanarlógirnar nógv tálmaðar.
Sambandsflokkurin heldur tað vera eitt politiskt mistak, tá ið fullveldissamgongan minkaði heildarveitingina úr ríkiskassanum og vísir á, at tað er føroyski skattgjaldarin, sum noyðist at rinda fyri hetta við hægri skatti og verri tænastu.
Almanna-og heilsumál
Flokkurin vísir á, at bíðitíðin fyri at fáa viðgerð á sjúkrahúsunum, eitt nú hjá eygnalækna, er alt ov long, og eigur at verða stytt. Sjúklingar skulu kunna fáa viðgerð antin innan-ella uttanfyri ríkisfelagsskapin ? privat ella alment ? og peningurin skal fylgja sjúklinginum.
Eingin føroyingur skal noyðast út á arbeiðsmarknaðin, tá ið hann er farin um tey 67. Tann einstaki skal sjálvur hava møguleika at velja, um hann heldur fram ella velir at gevast.
Í niðurstøðu síni, sigur Sambandsflokkurin seg vilja virka fyri, at væferðin verður ment ? at vinnulívið verður styrkt, og at Føroya fólk fær fjøltáttaðar møguleikar í altjóða høpi.
- Marknaðarkreftirnar skulu fáast at virka betur, eins og einkarættir eiga at verða avtiknir, sigur Sambandsflokkurin í niðurstøðu síni á landsfundi floksins.