Birgir Mohr
Sandi
·····
Javnaðarflokkurin var ein av flokkunum aftan fyri heimastýrislógina, sum tá var skírd vina- og frælsisbræv. Tey av okkum, sum minnast aftur til tíðina eftir 1948 og fram til í dag ásanna, at veldugur framburður hevur verið her í Føroyum.
Eisini tí er Javnaðarflokkurin framvegis fyri ríkisfelagsskapinum við Danmark, og hevur ongantíð verið fyri loysing ella kvetting sum politiskt mál, men vil vinna meira fram á sjálvstýrisleið við hóvligum samráðingum og praktiskum politiskum loysnum.
Og væl hevur borið til. Vit føroyingar hava í dag lívsfrælsi, um nakað fólkaslag hevur tað.
Í 6 ár livdu vit við tí sokallaða fullveldislandsstýrinum ? ein sera ótrygg politisk tíð við ótta fyri, hvat teir nú funnu uppá. Núverandi landsstýri ber seg bæði skilabetur og virðiligari at, enn tað fyrra, sum bert náddi at skerja blokkin við einum triðingi ? av berari dummstoltheit, tí í dag restar okkum hendan pening á landsfíggjarlógini ? tað var úrslitið av fullveldisflokkunum.
So langt vit í dag evna at síggja fram, er neyvan skilagott at loysa okkum úr aldargamla ríkisfelagsskapinum, men fyritreytir og umstøður broytast, og tá er tað neyðugt at finna nýggjar loysnir við hóvligum samráðingum og breiðum semjum. Og tað kann blíva neyðugt hjá okkum at yvirtaka stór málsøkir, sum í dag eru felagsmál, og hesum er Javnaðarflokkurin vakin fyri, men vit vilja varðveita ríkisfelagsskapin.
Tí tað eru stórir fyriunir fyri Føroyar og okkum føroyingar at vera saman við einum størri landi sum Danmark. Tað sparir okkum fyri hóp av peningi til útlendska umboðan, ambassadur og konsulat, internationalar felagsskapir og hjálparorganisatiónir, samstundis sum danski tjóðbanin og búskapurin tryggja virði á krónuni. Vit hava ikki hernaðarligar útreiðslur, og donsku borgararættindi føroyinga geva okkum sama rætt sum danir til alt undirvísingarverkið, alt heilsuverkið og mangt annað í Danmark. Og har búgva nú heilt nógvir føroyingar.
Tað er órealistiskt at siga Føroya fólki, at vit sum suverenur statur fara at spæla nakra avgerandi rollu í internationalum høpi. Vit føroyingar kunnu best verða við í samstarvi og spæla okkara rollu gjøgnum ríkisfelagsskapin, norðurlendska og europeiska samstarvið.
Flestu føroyingar skilja í dag, at ein loysing framd við 1998-landsstýrinum, hevði verið ein sosial og búskaparlig katastrofa fyri okkum føroyingar við 4 ára skiftistíð, sum nú hevði verið liðug.
Búskapur okkara sveiggjar við nøkrum góðum árum og nøkrum ringum árum. Beint nú hava vit vánalig tøl fyri flestu vinnur bæði á landi og sjógvi. Hvussu skuldu vit heilt kunnað verið blokkstuðulin fyri uttan, umframt ta kvartu milliardina, sum Danmark gjaldar okkum uttan um blokkin árliga???
Og hvussu skuldu vit verið ríkisfelagsskapin fyri uttan? Hvør skuldi goldið og tikið um endan? Tí tað hevði verið ikki bara trupult, men sera trupult at fingið fíggjarlógina at hanga saman og búskapurin, vælferðin og livistøðið hevði verið farið í botn ? tað hevði verið úrslitið av loysingini.
Er tað tað vit ynskja ? nei. Tí sigur Javnaðarflokkurin nei til loysing, men ja til størri frælsi, meiri samstarv og ríkisfelagsskap.
Veljið Javnaðarflokkin!










