Ríkisfelagsskapurin gongur ímóti ES og IWC í hvalaveiðuspurningi

Ein samd Europanevnd í Fólkatinginum hevur givið danska uttanríkisráðharranum nýggja heimild at tingast um hvalaspurningin, sum gongur ímóti ES-nevndini - Ongin skal ivast í, hvat Ríkisfelagsskapurin heldur um hvalaveiðu, og hvussu Altjóða Hvalaveiðunevndin eftir okkara tykki skal viðgera spurningin um hvalaveiðu. Burðardygg veiða skal loyvast, og meginreglan um, at tilfeingi í havinum skal kunna gagnnýtast, skal virðast. Hetta er rætta kósin, og hana hevur Per Stig Møller nú fingið heimild at samráðast út frá.

Soleiðis sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum í gjár var við í viðgerðini av hvalaveiðumálinum í Europanevnd Fólkatingsins.

Úrslitið av fundinum var, at ein samd Europanevnd hevur givið danska uttanríkisráðharranum nýggja heimild at tingast um hvalaspurningin. Heimildin røkkur til at ganga ímóti almenna politikkinum hjá ES-nevndini, og at ganga ímóti hvalaveiðupolitikkinum hjá Altjóða Hvalaveiðunevndini, IWC, ið plagar at vera ímóti føroyskum og grønlendskum áhugamálum um burðardygga hvalaveiðu.

Edmund Joensen greiddi á fundinum í Europanevndini frá, at dálking frá ídnaðarlondum er ein stór hóttan móti grindahvalinum, og at føroyskir heilsumyndugleikar mæla fólki frá at eta grind. Tí var semja um, at hetta sjónarmið skal førast fram í altjóða samanheingi.

- Tað eiga vit í Føroyum at fegnast um, tí tað kann eitt nú flyta fokus frá grindadrápinum og yvir á dálkingina av djórum í havinum, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður.