Ríkisfelagskapurin kliniskt reinsaður úr

Formaðurin í Sambandsflokkinum vil ikki góðtaka stjórnaskipanaruppskotið, hóast danskir myndugleikar gera.

Tá ið hoyringsfreistin fyri uppskotið um føroyska stjórnaskipan fór um middagsleiti í gjár, vóru áleið 120 hoyringssvar komin inn.

 

Millum tey mest umrøddu, vóru skrivini frá ávikavist danska forsætisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen og eitt úr danska Løgmálaráðnum. Av teimum báðum myndugleikunum varð ikki mett, at uppskotið var beinleiðis í stríð við grundlógina, tó at danski forsætisráðharrin saknaði orðingar í uppskotinum um Ríkisfelagsskapin.

 

Les eisini: Løkke: Uppskotið um stjórnarskipan er í ordan

 

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, heldur framhaldandi ikki, at uppskotið góðtekur grundlógina.

 

- Teir siga ikki so konsekvent, at stjórnarskipanin ikki er í stríð við grundlógina. Teir staðfesta, at verður præambelin tikin fyri tað hann er, og verður fylgdur, so er tað okkurt, sum týður uppá, at stjórnarskipanin heldur seg innanfyri grundlógina, sigur Bárður.

 

Sambært honum letur stjórnarskipanaruppskotið upp fyri tulking um hvør lóg hevur evsta myndugleika, við ikki at nevna ríkisfelagsskapin.

 

- Ríkisfelagsskapurin verður ikki nevndur við einum orði – tað vil siga, at hann er kliniskt reinsaður út úr uppskotinum. Tískil er tað framvegis ein tulkingarspurningur, um stjórnarskipanin í nóg stóran mun tekur hædd fyri, at grundlógin er omanfyri stýrisskipanarlógina, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.

 

- Eg haldi ikki, at vit politikkarar kunnu senda eina slíka stjórnarskipan til fólkaatkvøðu, sum sáar ivamál um tað mest grundleggjandi í sambandi við júst stjórnarskipanina: hvørt vit eru ella ikki eru ein partur av ríkinum, vísir Bárður á Steig Nielsen á.

 

Hann sigur tó ikki, at Sambandsflokkurin altíð fer at seta seg upp á tvørs av eini stjórnarskipan. Sambært Bárði skal ríkisrættarliga støðan hjá Føroyum vera greið í stjórnarskipanini, um undirtøka skal fáast fyri uppskotinum úr Sambandsflokkinum.

 

Um tað skal staðfestast hvussu vit koma úr ríkisrættarligu støðuni, er eisini neyðugt at staðfesta at vit eru í ríkisfelagsskapinum av fyrstan tíð, men tað vil man ikki í ávísum flokkum, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen.