Ríkisborgararættur og útbúgvingarmøguleikar uttanlands

Í samband við samráðingarnar millum Landsstýrið og donsku stjørnina hava mong ivamál tikið seg upp um viðurskifti, ið føroyingar higartil ikki hava givið sær so nógv fær um. Millum hesi ivamál er m.a. spurningurin um hvørji rættindi føroyingar kunnu rokna við at vaðveita, um samráðingar Landsstýrisins enda við at Føroyar gerst fullveldi við føroyskum ríkisborgararætti.

Lat meg sláa fast beinanvegin, at ríkisfelagsskapurin, sum er, á mongum økjum ikki er nøkur foran fyri okkara avgerðarmøguleikum, hvørki hjá føroyskum myndugleikum ella einstaklingum. Hjá t.d. føroyingum, ið ætlað sær undir útbúgving í øðrum londum enn í Danmark, er danski ríkisborgararætturin, ein avgerandi fyrimunur. Danskir útbúgvingarmynduleikar heita á og vegleiða síni lesandi um nettup at fara út í heimin at nema sær kunnleika, tí Danmark eisini er eitt lítið land, ið tørvar íblástur og kunnleika uttanífrá. Ríkisfelagsskapurin tryggjar okkum í dag somu møguleikar og sømdir sum donskum lesandi, tí vit kunnu fara runt jarðarknøttin at lesa við donskum lestrarstuðli. Okkum nýtist enntá ikki at seta fótin á danska jørð um hetta bíður onkrum ímóti

Ein avgerandi spurningur fyri okkara menningarmøguleikar sum tjóð, eru útbúgvingamøguleikarnir framyvir. Hesi viðurskifti eru hvørki lýst nøktandi í Hvítubók ella í Útbúgvingarálitinum. Umfatandi tilknýti og samskifti okkara við danskar útbúgvingarstovnar og mynduleikar er slett ikki lýst yvirhøvur, og innlitið hjá okkara landsstýri og samráðingarfólki er hareftir.


Føroyski stuðulin fæst bert í 11 mánaðir

Høgni Hoydal sigur í svari uppá fyrispurning frá Heðini Mortensen, at støðan hjá okkara lesandi verður óbroytt í mun til í dag, um danir góðtaka at geva okkum somu skipan sum íslendingar, tí norðurlendskur sáttmáli tryggjar norðurlendingum javnbjóðis atgongd til lærustovnarnir hjá hvørjum øðrum.

Høgni Hoydal eigur at seta seg inn í veruleikan, áðrenn hann staðfestir at støðan hjá okkara lesandi verður óbroytt í mun til í dag og at norðurlendskur sáttmáli tryggjar okkum javnbjóðis rættindi. Veruleikin er at norðurlendskur sáttmáli vil smalka tað nálareyga, ið føroyingar skulu ígjøgnum, tá søkt verður um upptøku á lærustovni í Danmark, og norðurlendskur sáttmáli er ikki ætlaður til, at tey flestu lesandi úr einum norðurlandi lesa í øðrum norðurlandi. Hetta vil eg venda aftur til í seinni blaðgrein.

Viðvíkjandi lestrarstuðlinum, sigur Høgni Hoydal í svarinum, at landsstýrið miðar eftir, at føroyskur lestrarstuðul verður veittur til tey, sum lesa í hinum norðanlondum eins og uttan fyri norðurlond, og at stuðulin verður fult so nøktandi sum í dag. Hann átti at skoytt uppí at føroyski stuðulin er minni enn tann danski og at føroyski stuðulin bert fæst í 11 mðr. Hvat føroysk lesandi skulu liva av tann 12. mðr., átti hann eisini at havt boð uppá.

Svar hansara, at norðurlendsk lesandi hava javnbjóðis rættindi at lesa hjá hvørjum øðrum, er ikki allur sannleikin. Tá Høgni Hoydal tosar um útbúgvingarmøguleikar, tosar hann altíð um hægri útbúgvingar (aftaná miðnámsprógv) og gloymir tær mongu útbúgvingarnar, føroyingar hava møguleika til at nema sær í Danmark, um hesar ikki krevja miðnámsprógv frammanundan.


Ríkisborgararætturin er atgongumerkið

Fyri at fleiri kunnu hava møguleikan at lesa, er neyðugt hjá teimum at hava atgongd til nøktandi sosialar vælferðarskipanir, ið vit ikki hava sjálvi, men sum hesi, við verandi ríkisborgararætti, fáa atgongd til beinanvegin tey flyta í danskar kommunur.

Landsstýrið hevur neyvan givið sær far um, hvørjar avleiðingar tað fær fyri vitan og útbúgvingarstøði okkara, um útbúgvingarmøguleikarnir í framtíðini verða skerdir. Sjálvt okkara egnu útbúgvingarstovnar hava ikki nøktandi umstøður sum er.

Ein avgerandi spurningur, sum vit eiga at stilla okkum, er um føroyskur ríkisborgararættur kann fáa avleiðingar fyri lestraregnaðir føroyingar, um hesir skulu dúva uppá okkara egnu útbúgvingarstuðulsskipan, lestrarmøguleikar í Føroyum og aðrar útbúgvingarmøguleikar undir øðrum skipanum sum t.d. ALS og endurbúgving eftir forsorgarlógini.

Svarið er heilt greitt, at vit hava nakrar møguleikar í ríkisfelagsskapinum, sum vit missa við egnum ríkisborgarrætti. Serliga er stórur vandi fyri, at tey, sum onga útbúgving fingu sum ung og onnur sum ikki hava trivist í vanligu skúlaskipanini, fáa verri møguleikar enn í dag.

Hesi finnast í dag í stórum talið í donskum útbúgvingarskipanum, og hjá hesum er atgongumerkið danski ríkisborgararætturin.

Sum dømi kann nevnast, at treytin fyri at útbúgva seg til sosial og sunnheitshjálpara og assistent í Danmark, er at hvør einstakur lesandi hevur útbúgvingaravtalu við danska kommunu, ið rindar viðkomandi løn undir útbúgvingini. Lønin í lestrartíðini er gott 7.000,- um mðr. og harumframt hava føroyingar í lestrarørindum í Danmark, rætt til føroyafrádrátt uppá 55.000,-kr. um árið, sum í prinsippinum merkir, at lestrarlønin gerst skattafrí. Henda møguleika, sum er fyritreytin hjá mongum, hava aðrir norðurlendingar ikki.


Ongar vælferðarskipanir vóru í 1918

Eg kundi nevnt aðrar útbúgvingarmøguleikar, sum nógvir føroyingar hava gjørt nýtslu av gjøgnum atgongd til danskar A-kassar og møguleikar hjá ungfólki ígjøgnum t.d. ?Den Fri Ungdomsuddannelse?, ið er ætlað ungum, ið ikki hava trivist í vanligu skúlaskipanini. Somuleiðis fara fleiri og fleiri av okkara ungu 1 ár á danskar eftirskúlar, har hesi fáa bæði danskan stats og kommunustuðul.

Tað tykist ikki sum Høgni Hoydal er vitandi um hesar føroyingar, tá hann svarar sum hann ger, at støðan hjá lesandi føroyingum í Danmark verður óbroytt í mun til í dag, um bert vit fáa somu avtalu sum onnur Norðurlond. Tað er heldur ikki álitisvekjandi at fyrireikingar og kunningararbeiði hjá samgonguni er so ússaligt og lítið sannførandi, tá tað snýr seg um útbúgvingarviðurskifti hjá øllum føroyingum.

Vónandi koma vit ikki at uppliva tað tíð aftur, at bert tey vælbjargaðu, tey, ið hava pening og vald, koma at hava ráð at nema sær kunnleika. Føroyafrádrátturin ger tað møguligt hjá nógvum vaksnum føroyingum at fáa sær útbúgving í Danmark í dag.

At føroyingar í samráðingunum við danir royna at vísa á avtaluna, ið íslendingar og danir gjørdu í 1918, kann ikki nýtast til nakað, tí tá vóru ongar vælferðarskipanir ella rættindi hjá vanligum fólki til t.d.at nema sær útbúgving.


Kristian Magnussen

løgtingsmaður