Ríkidømið hjá føroyingum fossar av landinum

- Hevði Løgmaður farið at kanna embætisførsluna hjá Bjørn Kalsø, hevði tað verið munandi størri møguleiki at fingið fong, enn tað er við at kanna Bjarna Djurholm, sigur Atli Hansen, reiðari, sum eisini hevur verið formaður í felagnum Nótaskipum í fleiri ár

Handil við skipum og loyvum
 

 - Tað, sum nú fer fram, er heilt burturvið. Hetta er við at koyra alt av lagi.
Atli Hansen er reiðari á nótaskipum og hann hevur eisini verið formaður í felagnum Nótaskipum í nøkur ár.
Tað, hann sipar til, eru teir risastóru skipahandlar, sum eru farnir fram í Føroyum í seinastuni, har skip og loyvi verða keypt og seld fyri hundraðtals milliónir.
- Politikararnir eru teir einastu, sum ikki vita, at her er talan um føroyskar stráðmenn, sum keypa fyri útlendskar vinnulívsmenn, sigur Atli Hansen.
- Tað sigur seg sjálvt, at alt ruggar ikki rætt, tá ið smápartafeløg við einum partapengingi upp á 80.000 krónur, keypa skip fyri meiri enn eina hálva milliard, uttan at áðurnevnda partafelag hevur havt tað stóra yvirskotið árini frammanundan.
 
Hevði ikki nytta hjá mær
Hann sigur, at hesa seinastu tíðina er okkurt nótaskip selt fyri 350 milliónir.
- Tað hevði ikki nytta hjá mær at farið í bankan at biðið um fígging til eitt slíkt nótaskip fyri 350 milliónir.
- Vit vita, at eitt roknistykki, sum hetta hongur als ikki saman. Í mínari verð skal eitt slíkt nótaskip fiska fyri einar 100 milliónir um árið fyri at bera seg. Kortini vita vit, at umrødda skip fiskaði bara fyri 60 milliónir í fjør og tað sama í fyrrárið. 
Atli Hansen staðfestir eisini, at kvotan hjá einum slíkum skipi ikki meiri verd enn einar 60-70 milliónir.
- Tá ið vit vita, at tað ikki nyttar at fara í bankan við einum slíkum roknistykki, er tað samstundis greitt, at tað er okkurt heilt annað, sum býr aftanfyri, sigur Atli Hansen.
Og hann sigur, at hann veit eisini hvat tað er!
- Her er rætt og slætt talan um útlendingar, sum vilja tryggja sær ræðið okkara náttúrutilfeingið.
Hann vísir á, at nú á døgum er rávøra ein trotavøra allastaðni og tí royna útlendingar av øllum alvi at leggja okkara fiskiríkidømið undir seg.
- Og teir eru so mikið peningasterkir, at her hava føroysk vinnulívsfólk als ikki kreftir at fylgja við, men detta niðurmillum.
- Men tað sigur seg sjálvt, at hetta letur seg ikki gera hjá útlendsku vinnulívsmonnunum, høvdu teir ikki føroyskar stráðmenn at hjálpa sær- og tað hava teir.
 
Fossar av landinum
Annars sigur lógin, at útlendingar kunnu ikki eiga meiri enn 1/3 av okkara fiskiskipum.
Men Atli Hansen staðfestir, at tað skal ikki meiri enn eitt einfalt roknistykki til at vísa, at onkur hol eru í lógini ella í umsitingini, sum gera, at tað onkusvegna ber til at sleppa uttanum hesa forðingina.
Avleiðingin av hesum er, at okkara fiskivinnuríkidømið fossar av landinum.
- Teir einastu, sum enn ikki hava fatað hetta, eru politikararnir, staðfestir hann.
Atli Hansen sigur, at hetta eru viðurskifti, sum okkara politikarar hava ábyrgdina av at fáa í rættlag.
Hann sigur, at tað er skyldan hjá politikarunum typpa tey hol, sum eru í lógggávuni og sum gera, at hetta ber til.
Atli Hansen sigur, at er ivi um, at tað, sum er farið fram, ikki er í samsvari við lógina, eigur tað at verða kannað fyri at tryggja, at umsitingin í Fiskimálaráðnum er í samsvari við lógina.
- Tað, sum nú fer fram á fiskivinnuøkinum, er so undarligt, at eg ivist ikki í, at setti Løgmaður eina kanning í verk av embætisførsluni hjá Bjørn Kalsø, hevði møguleikin fyri at fingið fong, verið munandi størri enn hann er við teirri kanning, sum hann hevur sett í verk av Bjarna Djurholm.
 
Alt farið, áðrenn vit vakna
- Men tað sær ikki út til, at landsstýrið ætlar at gera nakað. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eigur ikki at sleppa við, at alt hetta skal takast upp í sambandi við, at lógin um vinnuligan fiskiskap skal endurskoðast.
- Skulu vit bíða eftir tí, eru allar okkara kvotur á útlendskum hondum, áðrenn Bjørn Kalsø er útreiðraður.
Samstundis vísir hann á, at í ávísum førum ber til hjá Fiskimálaráðnum at svara umsóknum sama dag, sum tær koma í fiskimálaráðið.
- Hetta eru vanliga svar, sum vit vanliga skulu bíða í vikur og mánaðir eftir, sigur.
Atli Hansen sigur, at sum formaður í Nótaskipum, hevur hann roynt at gera vart við hesi viðurskifti.
- Men higartil hevur ongin latið við seg koma, men vónandi kemur broyting í nú, sigur Atli Hansen