Aftur hetta vikuskiftið er lívsstílsblaðið Rákið við í Sosialinum.
Hesaferð er blaðið eitt sindur øðrvísi, tí vit samstarva við Lívsstílsstevnuna. Og sum vant, verður nógv gott at lesa í Rákinum.
Les millum annað greinina um Helmu Vestergaard, sum er lætnað 50 kilo við skurðviðgerð.
Lær, hvussu tú innrættar stovuna, og hvussu tú kanst gera sushi heima í køkinum.
Eisini eru nógv, nógv onnur góð tips og greinir um móta, vælveru, lívsstíl og heim at finna í Rákinum.