? Tað er djúp ósemja í samgonguni um fíggjarlógina fyri komandi ár.
Hetta kundu teir báðir fíggjarnevndarlimirnir hjá sambandsflokkinum, Flemming Mikkelsen og Lisbeth Petersen, avdúka á fundi fyri suðuroyingum fríggjakvøldið.
Tey kundu ikki útgreina hetta í smálutir ímeðan málið var til viðgerðar.
Men tey vístu á, at ósemjan ímillum samgonguflokkarnar er so stór, at nú er tað greitt fyri øllum, at tað er eina og aleina fullveldismálið sum heldur samgonguni saman.
Tey søgdu, at talan er um ósemju um grundleggjandi mál, eitt nú heilsumál, sum fara at raka hvønn einasta føroying sera meint.
Tey hildu, at samgongan stórliga hevði undirmett uppgávuna at effektivisera og rationalisera ymisk málsøki, eitt nú heilsuverkið.
Og tey hildu eisini, at samgongan hevði nú verið noydd at ásanna, at tað var ikki so lætt, sum tey kanska høvdu hildið.
Tey bæði sambandsfólkini í fíggjarnevndini siga eisini, at tey fara at skjóta upp at hækka pensjónirnar.
?Okkara endamál er, at pensjónirnar her á landi skulu vera á hædd við tær í grannalondunum. Men áðrenn vit seta tal á okkara uppskot, er tað neyðugt at fáa greiði á ætlanini hjá landsstýrinum at hækka pensjónirnar og um vit yvirhøvur kunnu taka undir við teirri ætlanini. Annars fer flokkurin m.a. at skjóta upp, at játtanin til vegakervið í Suðuroy verður hækkað. Men ætlanin er at gera alt hetta innan karmarnar, sum eru lagdir, at fíggjarlógin skal ikki hækka.