Rói og Tóraldur komu stak væl frá byrjan

Føroyingarnir í FIF fingu framúr byrjan á kappingarárið um vikuskiftið

Rói Berg Hansen og Tóraldur Kollsker spæla saman í FIF av Frederiksberg í triðfremstu deildini í Danmark.

Málið hjá liðnum er at flyta upp í ár, og fyrsti dysturin á hesi leiðini var um vikuskiftið. Sigast má at teir báðir føroyingarnir fingu eina framúr byrjan á kappingarárið.


Hóast FIF væntaði ein truplan dyst á útivølli móti Korsør, so vísti tað seg skjótt at føroyingafelagið var væl og virðiliga sterkari. Dysturin endaði við 15-34 til FIF eftir 8-14 í hálvleikinum.

Tóraldur Kollsker hevur havt skaðatrupulleikar seinnu árini, men nú fekk hann møguleikan at standa allan seinna hálvleik, og sagt verður av Frederiksberg, at hann stongdi málið í seinna hálvleiki.

Í álopinum skeyt Rói Berg Hansen, ið herfyri var úttikin til landsliðið, skeyt sjálvur sjey mál, so yvirhøvur fingu føroyingarnir víst seg væl fram.


Enn ein kenningur í føroyskum hondbólti var við, tí at Frederik Sørensen, ið hevur spælt fyri KÍF, skeyt seks mál og varð valdur til dagsins leikara.