Siðvanda felagið, FIF av Frederiksberg er nakað burtur frá sínum bestu døgum.
Í fjør flutti liðið niður í triðfremstu deildina, hóast eitt gott kappingarár hjá vinstra vongi teirra, Róa Berg Hansen.
Føroyski landsliðsleikarin var verandi í felagnum, og segði frá byrjan at málið var at venda beint aftur í donsku fyrstu deild, ið er næstfremsta deildin.
At hjálpa felagnum á hesi leið, kom enn ein føroyingur. Fyrrverandi H71-málverjin, Tóraldur Kollsker hevur lagt truplar skaðar afturum seg, og hevur spælt regluliga alt kappingarárið.
Og tað hevur verið eitt øgiligt kappingarár hjá FIF. Felagið hevur vunnið ein stórsigur fyri og annan eftir, og í gjár kom hin tjúgundi av tjúgu møguligum. Føroyingarnir og FIF vistu at hesin sigurin fór at tryggja uppflytingina, og kanska tí lótu teir ongan iva vera um hvat besta liðið var.
Dysturin endaði 33-16 til FIF, ið aftur sendi greitt tekin um at liðið er alt ov gott at spæla í hesi deildini, og nú eisini sleppur at royna seg í næstfremstu deildini komandi kappingarár