Teir hvalbingar, sum komu framvið eini trøð seinasta leygardag, mundi gníggja sær úr eygunum einar tvær ferðir, aðrenn teir rættiliga trúðu tí, teir sóu.
Tí inni á trøðini gekk ein ær- við nýlemdum lamdi.
Tað er ein tvæveturs ær hjá Hermundi Hentze, sum hevur vunnið honum eina neis við at lemba í úrtíð.
Tað merkiliga er, at ærin lemdi eisini í vár, sum vanligt. Tá lemdi hon eitt stórt veðurlamb tann 12. apríl.
Tað lambið hevur Hermund tikið til veðr, men tað var eitt gott lamb, sum hann metir hevði vigað minst 30 pund, varð tað dripið nú.
Og tað er ein vekt, sum Suðuroyingr høvdu verið meiri enn nøgdir við, tí har er seyðurin væl minni enn nógva staðni norðanfyri.
Ærin hevur gingið við lambinum í alt summar, sum vanligt. Men 10 dagar aftaná, at lambið varð tikið frá æruni, lemdi hon so aftur leygardagin 16. apríl, hesuferð eitt hampiliga gott gimburlamb.
Hermund sigur, at ærin hevur gingið í einum stiki í summar, men í tíðliga í summar slepti hann eisini nøkrum veðrum inn á trøðina Hann slepti veðrunum út um hálvan mai, sum han n plagar. Og tað er hann ongantíð fyrr tikin á bóli, sum hesuferð. Og hann hevur fingist við seyð í nógv harrans ár og hann sigur, at hann hevur ongantíð hoyrt um nakað líknandi áður.
Hann sigur, at bæði ær og lamb trívast væl og at ærin hevur nóg mikið av mjólk til at hon føðir lambið. Hann hevur tosað við djóralæknan, men haðani fekk hann bara tey ráðini at gera væl við ærina, og at geva henni nokk av hoyggi og kraftfóður afturat.