Tað er altso landsstýriskvinnan í almannamálum fyrst og fremst, og síðani samgongan øll, sum hevur ábyrgdina av vantandi politikkinum á bústovnaøkinum og ikki undirritaða, sum situr í andstøðu.
Men um so var, so er tað altso ikki bara Annita, sum hevur ”misskilt” Rósu. Talan er um alla fíggjarnevndina!
Og álvaratos, tá 7 fólk, - øll fíggjarnevndin, fær ta fatan, at Rósa upplýsti fyri okkum, at onki var klárt á bústovnaøkinum, meðan Rósa sigur seg hava sagt nakað annað, so kann tað verða, at tað er galið við sendaranum hjá Rósu og ikki við móttakaranum hjá fíggjarnevndini.
Hinvegin veit eg ikki heilt, hvat tað er,Rósa er so ósamd við mær í. Hon sigur í lesarabrævinum, seg hava upplýst fyri fíggjarnevndini ”at ongin materiel heimild lá fyri ætlaðu verkætlanirnar. Altso at lógargrundarlagið ikki var klárt fyri nýbyggingarnar” OK??! Kanska eitt sindur fínari, men er hetta so nógv øðrvísi, og at siga at ”onki var klárt”?
Tað,sum Rósa altso skal í gongd við nú, tað er:
at gera lógargrundarlagið/verklagslógina,
sum síðani skal sendast til hoyringar
síðani skal uppskotið fyri løgtingið og í nevnd
projekteringin skal gerast,
arbeiðið skal bjóðast út,
jørðarbeiðið gerast klárt,
øll neyðug loyvi fáast til vega og
so til síðst skal spakin setast í og ferð fáast á byggingina.
Punkt 1 til 7 kosta ”onki” (tvs, at tey taka ikki burturav játtanini til Bústovnar) men tey taka drúgva tíð at fáa frá hondini – fleiri mánaðir. Tað er punkt 8, sum kostar, og sum kann taka langa tíð, alt eftir hvat projekt talan er um.
Alt hetta skal hon gera í sambandi við sambýli til sinnisveik, sambýli til menningartarnað, til nýggjan stovn til Reiðrið, og til fyrireikan av nýggjum sambýli til heilaskødd. Og onki av hesum punktum var gjørt í desember mánað.
Tað, er eisini neyðugt at undirstrikað , at Rósa hevur góðar 16 mió at arbeiða við. Og ikki ongar pengar, sum onkur hevur fingið fatan av.
Sum dømi kann nevnast, at heim til menningartarnað til 14 fólk kosta góðar 8 mió kr (sambært upplýsingum frá almannaráðnum) og heim til sinnisveik somuleiðis góðar 8 mió kr. Tvs, at hon hevur játtan til tvey heim, sum mugu sigast at verða bráðfeingis at fáa frá hondini!
So har er bara at fara til arbeiðis.
Beinanvegin.
Fær hon lógargrundarlagið frá hondini, og síðani alt hitt, so áttu hasi bæði heimini at verið komin væl áleiðis við árslok. Og liðug um hon skal náa at brúka allar pengarnar! Drálar hon, nær hon tað ikki! Eins og hon heldur ikki náddi tað hvørki í fjør ella í fyrrárið.
Er tað so, at hon umframt heimið til menningartarnað og heimið til sinnisveik, nær at gera nýggjan stovn til Reiðrið og nýtt sambýli til heilskødd, soleiðis sum hon NÙ rør framundir í Degi og Viku og í lesarabrævinum, so vóni eg, at hon tekur málið uppaftur, ístaðin fyri at leggja seg afturá og geva andstøðuni skyldina.