TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr løtuna beint aftaná dystin Føroyar-Sveis 0-2, har Tróndur Arge beinleiðis á Rás2 tók samanum føroyska avrikið saman við viðmerkjarunum, Rógva Jacobsen og André Olsen.
Allir eru samdir um, at føroyska avrikið tað fyrsta korterið, og tað seinasta korterið var gott, men tíman har ímillum gekk ikki serliga væl.
Rógvi Jacobsen heldur, at føroyska liðið fall alt ov langt aftur á vølli, og André Olsen heldur, at tað var eitt mistak, at René Shaki Joensen ikki byrjaði inni.