Rógvi við nýggjari uppfinning

Rógvi Nielsen úr Vestmanna hevur enn einaferð framleitt nýggja uppfinning til alivinnuna. Vinnuvitan skrivar, at Rógvi hevur ment eina maskinu, har fiskurin verður elektro-doyvdur, áðrenn hann fer í blóðgingarmaskinuna. Hetta ber við sær, at fiskurin verður væl minni strongdur, og tað gevur úrslit í betri fløkum. Framman undan hava virki nýtt vatn, sum er kølt við koltvíiltu, men hesum sleppa tey undan við at nýta nýggju tøknina.