Tann 17 ára gamli argjamaðurin hevur fingið ein fýra mánaðar langan sáttmála við danska stórfelagið Brøndby IF.
Sáttmálin er komin í lag, eftir at Rógvi fyrr í ár var á sjey vikur langari ferð til royndarvenjing í ymsum feløgum - har av eisini í enskum stórfeløgum. Nógv feløg vóru áhugað, men av ávísum orsøkum er Rógvi bundin at danska felagnum komandi fýra mánaðirnar.
Gestablídnið er í hásæti, tá ið undirritaði og myndamaðurin koma á gátt í heiminum hjá Rógva. Mamman, Ásla, borðreiðir við drekkamunni og øðrum góðum. Tað sæst, at hon er errin av soninum.
Vil røkka Premier League
Hóast Brøndby er eitt stórt og gott felag, so ætlar Rógvi ikki at blíva verandi har.
- Sjálvandi er tað fantastiskt at koma til eitt felag sum Brøndby, men eg vil víðari. Vónandi komi eg at spæla í Premier League, sigur ein avgjørdur Rógvi, sum smílandi leggur aftrat, at hann er Arsenal-fjeppari.
Ensk stórfeløg hava eisini verið úti eftir Rógva, men av tí at loyvda tíðarskeiðið at skriva sáttmálar í Onglandi er útrunnið, so lá tað til høgra beinið at velja Brøndby. Hann sigur tó, at menn frá ensku feløgunum fara at fylgja við gongd hansara í Brøndby. Tískil kann alt henda eftir hesar fýra mánaðirnar.
Fullfíggjað ungdómsár
Fyri at røkka málum sínum er umráðandi at hava góð ungdómsár. Tað hevur Rógvi avgjørt havt. Hann byrjaði sum fýra ára gamal at sparka fótbólt við AB, og hevur leikt við felagnum síðan. Rógvi er sera takksamur fyri ungdómsár síni í AB, og hann vil nýta høvið at takka hjartaliga Tórálvi Stenberg, sála, fyri at hava verið venjari hansara øll síni ungdómsár.
- Eg kann takka Tórálvi fyri, at eg eri náddur so langt, hann var jú venjari hjá mær øll ungdómsárini, sigur Rógvi, og starir heldur afturlítandi niður í borðið.
Rógvi er eisini væl stuðlaður av foreldrum sínum. Tey hava altíð fylgt honum á leiðini, og tey lovaðu honum at fara úr 10. flokki.
- Vit sóu, at fótbólturin lá fremst í huganum hjá Rógva, so vit lovaðu honum at ganga fult uppí fótbóltin, sigur Ásla, mamma Rógva.
Klárur til Ongland
Í Brøndby varð Rógvi róstur fyri sín góða fysikk, sum uttanlands er ein týðandi partur av leikinum. Hetta fekk hann sannað, tá ið hann var til royndarvenjing í ensku feløgunum.
- Fótbólturin í Onglandi er nógv meira fysiskur, men eg føldi meg kláran til hesa avbjóðing kortini, sigur hann.
Rógvi heldur sjálvur, at hann er kropsliga sterkur. Eisini er hann nøgdur við sítt luftspæl og yvirblikk yvir spælinum, men vil hinvegin venja seg til betri bóltførleika. Hann sær eisini fram til at koma í tað leikferðina, sum er nógv hægri enn á grønu blettunum her á klettunum.