Í dag vóru Rógvi Jacobsen og lið hansara Hødd IL aftur yvir á norska eysturlandinum, hesuferð var mótstøðuliðið gamla felagið hjá Julian Johnson, Kongsvinger. Dysturin endaði við javnleiki 1-1, Rógvi legði Hødd á odda longu í 3. minutti. Rógvi hevur higartil skorað í hvørjum dysti fyri Hødd, og hevur hann nú skorað 3 mál í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.