Rógvi Holm fyri Troest

Verjuspælarin Johan Troest Davidsen hevur fingið boð til a-landsliðið í fótbólti, og tí kann hann ikki spæla við U21 landsliðnum mikudagin.

 

Johan spældi annars við, tá ið føroyska U21 landsliðið tapti 2-1 fyri Italia um vikuskiftið. Nú er Johan farin við a-landsliðnum til Litava.

 

U21-venjararnir hava tí tikið nýggjan spælara út fyri Johan, og valið fall á AB-verjuspælaran Rógva Holm, sum eitt skifti fyrr í ár royndi seg í Brøndby.