Rógvi fer ongan veg

Venjaraskiftið í Carlisle ber við sær, at tað møguleikin hjá Rógva Jacobsen fyri enskum fótbólti helst er av á hesum sinni

Fótbóltur

 

Tónarnir út enska Carisle vóru annars positivir, eftir at Rógvi Jacobsen fyrr í hesum mánaðinum hevði vant eina viku við felagnum.

Her heima gekk slaturin eisini skjótt um, at venjarin hjá felagnum skuldi vera heilt áhugaður í føroyska landsliðsspælaranum, sum ivaleyst skuldi rokna við einum sáttmálatilboði.

Í farnu viku varð venjarin tó uppsagdur, og Rógvi Jacobsen sigur sjálvur, at hetta – í øllum førum fyribils – hevur steðga einum møguligum handli.

- Tað verður so ikki her og nú, at nakað hendir. Sum eg havi skilt tað, so vildi nýggi venjarin ikki uttan víðari fara eftir einum spælara, sum hann als ikki kendi nakað til. So hóast eg ikki havi fingið nakra almenna útmelding, so rokni eg sjálvur við, at hasin møguleikin er farin, sigur Rógvi Jacobsen sjálvur.