Rógvi bjargaði Hødd

Hødd spældi dyst á Høddvoll Leikvøllinum ímóti Sandnes ígjár, og endaði dysturin við javnleiki 1-1. Leingi sá svart út hjá heimaliðnum, men 10 minuttir áðrenn tíð javnaði føroyski landsliðsspælarin, og bjargaði harvið Hødd eitt stig. Talan var um fjórða málið hjá Rógva Jacobsen í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. Kortini er Hødd nr. 14 av 16 liðum í norsku 1. deild, og hava teir í Hødd bert 9 stig aftaná 10 dystir. Bara Kongsvinger og Alta hava færri stig enn Hødd.