Rógva nú við brotnum kjøli

Tað er tungt og strævið fyri ryggin hjá Livari Nysted og hinum umborð á Avalon, nú teir rógva við brotnum kjøli.

28. januar brotnaði kjølurin á Avalon, men teir høvdu ein eyka kjøl við umborð og fingu skift kjølin út. Men í dag hendi tað, sum ikki skuldi henda. Kjølurin brotnaði aftur, og hesaferð hava teir ongan at seta ístaðin.

Heimasíðani trip.fo, sum fylgir ferðini hjá Avalon úr Kanariuoyggjunum til Barbados, skrivar, at báturin rullar nakað væl meira nú, og tað er tungt og strævið fyri ryggin at rógva.

Livar og teir halda tó fram við ferðini, og teir ætla sær at koma á mál á Barbados um 12 dagar. Teir hava nú róð í 23 dagar, og tí verður tað neyvan nakað heimsmeti í hesari royndini. Ætlanin var upprunliga at rógva teinin upp á 30 dagar – tveir dagar skjótari enn heimsmetið.