Ráðgeving um corona alt samdøgrið

Frá týsmorgunin klokkan 9 fyrrapartin ber til at fáa ráðgeving um corona-virusið alt samdøgrið. Tað er Heilsumálaráðið, sum setur samdøgursráðgevingina í verk.

Til ber bæði at ringja og at skriva.

Telefonnummarið er 734050 og teldupostadressan er corona(at)hmr.fo.

Tað er læknar, ið fara at svara møguligum fyrispurningum, skrivar Heilsumálaráðið.

Sagt verður eisini, at allar corona-royndirnar, ið hava verið gjørdar í dag, eru negativar. Sostatt er støðan óbroytt í Føroyum. Tveir føroyingar hava higartil fingið staðfest corona-virusið, meðan í alt 33 fólk eru avbyrgd.