Ráðgeva og stuðla fólki við krabbameini

Føroya Felag móti Krabbameini hevur sett Mariu Debess í starv á skrivstovu felagsins sum ráðgeva hjá felagnum.

Maria Debess, sum er 40 ára gomul, er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur onkologiska eftirútbúgving.
Hon hevur starvast á medisinsku deildunum á Landssjúkrahúsinum, B6 og B7, og somuleiðis á onkologiska ambulatoriinum á Ríkissjúkrahúsinum. Síðan 1999 hevur hon starvast á onkologiska ambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum og tað fer hon framhaldandi at gera hálva tíð.
Á skrivstovuni hjá Krabbameinsfelagnum fer Maria at taka sær av at ráðgeva krabbameinssjúklingum og avvarðandi teirra, eins og at taka sær av øðrum uppgávum saman við Jansy Gaardlykke, sum síðan 1996 hevur starvast í felagnum sum ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingur.
Virksemið í felagnum, sum telist millum størstu sjúklingafeløg í Føroyum, er økt nógv seinnu árini.
Felagið skipar javnan fyri skeiðum, ráðstevnum, fyrilestrum og undirvísing, og tað tekur eisini lut í nógvum fundarvirksemi, bæði í Føroyum og uttanlands. Virksemið í sjálvhjálparbólkunum í felagnum er somuleiðis stórt.