Í ár funnu vit oljuna


 

NÝGGÁRSGREIN

Eyðun Elttør, landsstýrismaður


Tað er enn einaferð tíð at lýta aftur á eitt hendingaríkt ár.

Tvey tey seinastu árini havi eg sagt, at hetta var árið, sum veruliga markeraði byrjanina til eina føroyska oljuvinnu. Í 1999 varð markið millum Føroyar og Stórabretland ásettt, og vit kundu fara undir at fyrireika fyrsta loyvisumfar, í 2000 vóru fyrstu loyvini veitt, og vit gleddu okkum til fyrstu boriúrslitini, og í ár varð staðfest, at føroyska undirgrundin goymir týðandi mongdir av kolvetni.

Allar hesar hendingar og fleiri undan teimum hava havt stóran týdning fyri menningina av eini føroyskari oljuvinnu. Frá tí at fyrsta Oljuráðleggingarnevndin varð sett í 1992 og fram til í dag, hava tað hvørt ár verið tikin týðandi stig á vegnum fram móti leitiboringunum í summar.

Boringar og úrslit

Tað var við stórum spenningi, at vit fylgdu boringunum, fyrst hjá Statoil, síðani BP og til seinast hjá Amerada Hess. Um vit hyggja at royndunum hjá okkara grannalondum, kann tað bara javnmetast við hugmóð at vænta, at fyrstu boringarnar á einum nýggjum øki skuldu staðfesta kolvetni í stórum mongdum. Kortini lósu vit dagligu frágreiðingarnar frá oljufeløgunum við ágrýtni. Hóast fyrstu brunnarnir bara vístu spor av kolvetni, var tað týdningarmikið at fáa váttað, at føroyska undirgrundin hevði eina virkna kolvetnisskipan. Gleðin var stór, tá Amerada Hess boðaði frá, at olja og gass var funnið í týðandi mongdum.

Úrslitið hjá Faroes Partnership hevur ikki bara stóran týdning fyri feløgini, sum eru við í Faroes Partnership, men eisini fyri hini feløgini, sum eru virkin á okkara leiðum, og ikki minst fyri Føroyar sum oljuøki. Helst er rættast at siga, at úrslitið hevur týdning fyri alt Atlantsmótið, tí heldur ikki bretsku megin landgrunsmarkið hava úrslititini verið alt ov góð seinnu árini.

Faroes Partnership fann olju og gass nakað djúpri enn upprunaliga væntað, og gerst tí neyðugt hjá oljufeløgunum at fara aftur til arbeiðsborðið fyri gjølla at kanna teirra ætlanir enn einaferð. Seismiskar tulkingar skulu nú samanberast við boriúrslitini, og síðani verða leitimyndlarnir rættaðir tilsvarandi. Hóast jarðfrøðiligu viðurskiftini á mangan hátt eru átøk, vísa úrslitini í summar, at vit ikki treytaleyst kunnu flyta leitimyndlarnar vestan fyri Hetland yvir á føroyskt øki.

Í 2001 hava bæði myndugleikar, oljufeløg og føroyska vinnan skula prógvað, hvørt tey megnaðu uppgávuna, sum tey høvdu fingið. Eg haldi, tað hevur gingið heilt væl. Sjálvandi eru ymisk viðurskifti, sum høvdu kunna verið betri. Soleiðis vil tað helst altíð verða. Hugsa vit um, hvussu nógv arbeiði restaði í, tá loyvini vórðu veitt 17. august 2000, eiga tey rós uppiborið, sum hava lagt orku í at tryggja, at oljufeløgini sluppu til verka í summar. Her er ikki bara talan um oljumálastýrið, men eina rúgvu av øðrum myndugleikum eisini, bæði føroyskum og donskum.

Vinnuluttøka

Fyri stuttum var ein ráðstevna í Norðurlandahúsinum, har mett varð um virksemið í summar, serliga við atliti at vinnuligu úrtøkuni. Hóast partar av vinnuni funnust at oljufeløgunum fyri ikki at nýta føroyskar vørur og tænastur í nóg stóran mun, haldi eg, at eftirmetingin sum heild var positiv.

Atfinningarnar frá vinnuni verða sjálvandi tiknar í álvara, men lat meg samstundis gera púra greitt - tí talan tykist vera um eina afturvendandi misskiljing - at tað ikki er eitt avgjørt krav, at oljufeløgini skulu brúka føroyskar vørur og tænastur. Loyvini krevja, at oljufeløgini geva føroyskum fyritøkum veruligar møguleikar at bjóða seg fram. Beinleiðis at krevja, at føroyskar fyritøkur skulu við í oljuvirksemið, bara tí tær eru føroyskar, hevði neyvan gagnað fyritøkunum sum frálíður. Ein vardur heimamarknaður skapar neyvan fyritøkur, sum eru kappingarførar á marknaðum uttanfyri Føroyar.

Sambært leitiloyvunum skulu oljufeløgini lata Oljumálastýrinum eina frágreiðing um føroyska luttøku. Eftir tað fara vit at meta um, hvørt oljufeløgini hava livað upp til treytirnar í loyvunum. Oljumálastýrið hevur ferð eftir ferð lagt dent á, at virksemið í leitiskeiðnum fór at verða avmarkað. Kanska hava vónirnar hjá føroysku vinnuni verið í so stórar til arbeiðið, sum fór at spyrjast burtur úr virkseminum fyrsta árið.

Samfelagsárin

Ein av uppgávunum, sum liggur fyri framman, er at kanna, hvørja ávirkan ein møgulig oljuvinna kann fáa á okkara samfelag. Eg havi hildið fast um, at tað ikki er neyðugt at gera árinskanningar, áður enn staðfest er, um olja í rakstrarverdum nøgdum finnist í undirgrundini. Eg haldi fyri ein part, at tað enn er ov tíðliga at gera slíkar kanningar, mest tí vit ikki vita, hvørjar oljupolitiskar avgerðir verða tiknar í sambandi við møguligar framleiðsluætlanir. Vit vita ikki, um tað verða ein ella fleiri oljuleiðir, sum verða bygdar út, og vit kenna heldur ikki støddina á teimum, og vit hava ikki tikið støðu til, hvar oljan skal førast í land. Hetta eru faktorar, sum hava avgerandi týdning fyri, hvørt oljuvinnan fær stóra ella lítla ávirkan á okkara samfelag.

Ein kanning, sum verður gjørd nú, uttan omanfyri nevndu vitan, verður í stóran mun hypotetisk og kanska misvísandi - hon verður bygd á ymisk scenario, har gitt verður um fleiri týðandi faktorar. Hóast eg havi hesi fyrivarni, vil eg mæla til, at ein árinskanning verður gjørd í næstum. Høvuðsgrundin er, at tað sýnist sum um, at alt fleiri fólk eru ótrygg, tá hugsað verður um, hvat henda nýggja, stóra, altjóða vinna kann føra við sær. Tað er okkara uppgáva at kunna um og kanska eisini avmystifisera hesa vinnu. Øll samfeløg, eisini okkara, eru í støðugari broyting. Ein oljuvinna vil kanska skunda undir nakrar av hesum broytingum, men eitt vælvirkandi, nútímans samfelag sum okkara verður neyvan rent um koll av eini nýggjari vinnu.

Oljufeløgini, sum vilja arbeiða á okkara landgrunni, skulu greitt hava at vita, at tað eru vit, sum seta treytirnar fyri virkseminum, og tað skulu vit m.a. gera til tess at tryggja, at vit ikki missa okkara samleika í kjalarvørrinum á hesi nýggju vinnu.


Gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.