Tað var longu undan kappingini í dag greitt, at Rádni úr Fuglafirði var FM vinnari í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum.
Allar teir seks undanfarnu ferðirnar hevur Rádni verið nógv fremstur, og aftur í dag var eingin sum helst ivi. Rádni sprakk avstað, Rádni legði seg beinanvegin væl framum hinar bátarnar, og fram við Molanum var talan um sannan uppvísning.
Á málinum var Rádni tvær bátslongdur undan næsta avbjóðaranum.
Í alt summar hevur Sølmundur hjá Kappróðrarfelagnum verið næsti avbjóðarin, og aftur í dag var Sølmundur klárt nummar tvey, og aftur í dag vann Páll Fangi úr Klaksvík kappingina um bronsuplássið.
1. Rádni 04:31:10
2. Sølmundur 04:35:24
3. Páll Fangi 04:41:14
4. Fortuna 04:45:05
5. Janrbardur 04:46:16
6. Skúgvur 04:52:00
Endaliga FM-støðan
1. Rádni 49 stig
2. Sølmundur 42 stig
3. Páll Fangi 33 stig
4. Fortuna 26 stig
5. Jarnbardur 21 stig
6. Skúgvur 16 stig