ÚTGÁVA
Fyri seks árum síðani vitjaði Lea Juul Etiopia. Hon skrivaði dagbók á ferðini og tað er henda dagbókin, sum nú verður givin út sum bók. Dagbókin hevur eisini staðið í Kirkjuliga Missiónsblaðnum. Bókin byrjar 14. mai og endar 22. juni í 1995.
Lea Juul skrivar í innganginum, at kristniboðsarbeiðið, sum Kirkjuliga Missiónsfelagið rekur í Etiopia, hevur havt hennara stóra áhuga frá ungum árum av. Hon hevur hoyrt nógv um landið og fólkið ígjøgnum Elsu Jacobsen úr Norðragøtu og Doris Heinesen úr Klaksvík, sum hava starvast sum kristniboðarar harúti.
Bókin er at fáa í bókhandlum, og kann eisini keypast beinleiðis frá forlagnum. Bókin kostar 150 krónur.










