- Arbeiðsloysið hjá teimum ungu er eksploderað.
Tað má verða niðurstøðan, tá ið hugt verður eftir gongdini í arbeiðsloysinum hetta seinasta árið.
Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, er kavað niður í arbeiðsloysistølunum hjá ALS og Hagstovuni og í tí sambandinum hevur hon útgreinað støðuna í arbeiðsloysinum til ein kjakfund, sum Føroya Arbeiðarafelag hevði á Skopum leygardagin.
Ungdómurin snarar tumlar
Og Sonja Jógvansdóttir dylir ikki fyri, at hon er rættiliga ørkymlað av teimum tølum, sum koma undan kavi.
Tey nýggjastu tølini vísa nevniliga, at sum heild er arbeiðsloysið vaksið eini 235% hetta seinasta árið frá september í 2008 til september í ár.
Men samstundis vísa tølini, at tað er hjá teimum blaðungu, at arbeiðsloysið veksur nógv skjótast.
Hetta seinasta árið er arbeiðsloysið hjá teimum ungu ímillum 16-24 ár, nevniliga hækkað næstan 400% og tað er so nógv tann størsti vøksturin.
- Tað er rættiliga órógvandi, staðfestir samskiparin í Samtaki, sum er samstarvsfelagsskapur ímillum Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag.
Gera alt ov lítið
Sonja í Jógvansstovu vísir á, at vit hava fingið eina arbeiðsloysisskipan, sum er rættiliga góð.
Men hon fýlist á, at tað almenna ger alt ov lítið fyri at fáa tey arbeiðsleysu aftur í sving við onkrum meiningsfullum.
Nógv av teimum ungu, sum høvdu arbeiði, hava mist tað og eru nú arbeiðsleys. Samstundis eru miðnámskúlarnir ikki førir fyri at taka teir árgangirnar, sum koma úr fólkaskúlanum.
- Og tá ið tey ungu ikki fáa arbeiði og ikki sleppa í skúla, eru ongir útvegir eftir, uttan at ganga fyri einki – ella rýma av landinum, tí ungdómurin er skjótur og lættur at flyta við tað, at hann hevur hvørki hús ella heim, sum bindur hann til eitt ávíst pláss.
- Kemur ikki vend í, er vandi fyri, at vit missa ein stóran part av tí unga ættarliðnum av landinum, staðfestir hon.
Øvugtur politikkur
Hon vísir á, at tá ið onki arbeiði er til tey ungu arbeiðsleysu, verður samstundis alt ov lítið gjørt fyri at tryggja teimum eina útbúgving ella eitt lærupláss.
- Eg haldi, at tá ið onki arbeiði er til ungdóm, eigur samfelagið í minsta lagi at kunna tryggja teimum atgongd til eina útbúgving av onkrum slagi.
- Tvørtur ímóti verða stig tikin, sum gera tað tórførari at fáa sær handverkara útbúgving, sigur hon.
Eitt, sum hon sipar til, er, at samgongan hevur samtykt at skerja stuðulin til lærlingar.
- Tað er heilt øvugtur politikkur at ganga, tí hetta er als ikki tíðin til slíkar skerjingar, staðfestir Sonja Jógvansdóttir.
Hon heldur sostatt, at tað er avgerandi neyðugt, at tað almenna leggur á annan bógv.
- Men fyri mær at síggja er tíverri ongin ábending um, at vend kemur í, tí onki frættist um, at ætlanin er at styrkja útbúgvingarnar og samstundis frættist alt ov lítið til, at almenn arbeiði verða sett í gongd, sum kunnu fáa tey ungu í arbeiði.
Les eisini greinina: Tey tímaløntu betala prísin fyri arbeiðsloysið