Ræðandi nøgdir av geislavirkni í fiski í Fukushima

Fiskurin á myndini, sum nýliga er veiddur í Japan, var so fongdur við geislavirkni, at talan er um 2540 ferðir størri nøgdir enn loyvdar eru í fiski, sum skal brúkast til mannaføði.

Tað skrivar The Independent.

Fiskurin varð veiddur nærindis kjarnorkuverkinum í Fukushima.

Felagið, sum fekk fiskin, ið hevur fingið navnið "Mike" á alnótini, er Tokyo Electric Powers (Tepco).

Í oktober í fjør viðgekk Tepco, at geislavirkin evni enn leka úr verkinum.

Kanningar hava eisini staðfest, at út við 40% av øllum havdýrum, sum liva við havbotnin nær verkinum, eru meiri fongd við geislavirknum evnum enn loyvt er.

Tað var ein harður jarðskjálvti, sum gjørdi, at køliskipanin á verkinum gekk fyri við teirri avleiðing, at tríggir reaktorar smeltaðu. Úrslitið var, at stórar nøgdir av geislavirknum evnum endaðu í havinum.

Japansku myndugleikarnir hava eisini ásannað, at geislavirkni í økinum er ógvuliga høgt, men teir hava samstundis sagt, at tað er bara fiskur, sum er nærmastur vanlukkustaðnum, sum er vorðin fongdur við geislavirkni.

Vísundafólk hava víst á, at fiskur, sum svimur fram við, etur sjódýr, sum eru fongd við eiturevnum, og tí kann kjarnorkuvanlukkan ávirka fisk í økinum í nógv ár.