Ráðaloysi og viknandi Euro-virði

Danska arbeiðsmarknaðar-modellið er eitt tað besta, halda OECD og franski stjórnarleiðarin Doninique de Villepin.
Tony Blair og Bretland hava frá 1. juli formannsskapin í ES. Og tað í einum ES, sum bæði búskaparliga og politiskt er í djúpari kreppu

Tað sæst aftur á kurvumyndini, sum vísir styrkislutfallið millum euro og dollar. Mánadagin fór euran ikki bert niður um 1,20, men eisini niður um 1,90. Hetta lutfalstal 1,20 hevur verið sum eitt mag-iskt mark, sum euran fleiri ferðir nærkaðist, men sum hon tó ikki fór niðurum. Men tað hendi so, øllum klárt, mánadagin í hesi vikuni. Mánadagin kl. 13 noteraði ECB lutfallið dollar /euro til 1,894. Men út á dagin kvinkaði euro eitt sindur uppeftir og lá og damlaði um 1,900. Sostatt stendur dollar í mun til euro á hægsta støði í 13 mánaðar.
Men málbrúkið: "ein veik euro", er kanska í summum førum nokkso misvísandi. Tí ein veik euro ger, at vørur, sum ekspor-terast eitt nú til USA, verða bíligari hjá amerikanarum at keypa. Ein "veik" euro skuldi verið fremjandi fyri útflutningsvinnuna í ES, og soleiðis møguliga kunna sett fer á búskapin og minka um arbeiðsloysi, sum enn er høgt, alt ov høgt í ES-londum.
Vikan, ið fór, dag fyri dag.
Mánadagin 27. juni. EU: Týska IFO-indexið, (vísir nakað um framtíðarálitið hjá týskum virkjum) vaks frá 92,9 til 93.3. USA: Tað er væntandi, at amerikanski centralbankin, the Fed, hósdagin fer at hækka stuttu rentuna frá 3,00 til 3,25%. Hetta ávirkar longu nú valutakursin.
Týsdagin 28. juni. Euran viknar, tí oljuprísurin gongur upp. US-dollar ávirkast ikki í sama mát, tí oljan handlast í dollar. Men japansk yen gongur niður, tí Japan flytur alla sína olju inn úr útlondum.
Mikudagur 29. juni. Euran viknar, tí týski granskingarstovnurin DIW nú væntar, at týski búskapurin ikki fer at vaksa við 1,8%, men bert við 0,9%. Í USA er væntandi, at vøksturin í framleiðslu fyri 1. kvartal verður 3,7% , sum er 0,2% hægri enn higartil ætlað. Eisini hækkar brúkaraálitið í USA. Í USA hækkaði CCI (consumer confidence index) til 105,8, sum er tað hægsta í USA í 3 ár. Eisini hetta styrkir vónirnar um eina rentuhækkan við 0,25, sum verður kunngjørd hósdag
Hósdagur 30. juni. Sum væntað bleiv rentan í USA hækkað við 0,25% til 3,25, meðan ECB í Europa fastheldur eina rentu uppá 2,0%, sum hon hevur verið fast í eini 2 ár. Leysatíðindi um eina niðurseting av rentuni í eurø-økinum verður styrkt av, at Svøríki júst hevur sett rentuna niður.
Fríggjadagur 1. juli. Tøl frá ES siga, at arbeiðsloysið er fallið eitt sindur, frá 8,9 til 8,8% fyri alt Euro-økið. Ikki nógv, men tann rætta vegin. Hetta skuldi verið eitt positivt tekin, men tað sæst ikki aftur á euro-kursinum, sum framfegis fellur. Brúkaraálit og vaksandi framleiðsla í USA, og tann vaksandi rentumunirin millum USA og Europa ger, at euran framvegis er veik..
Tony Blair sum formaður í ES fær trupulleikar
Mismót og klandur er partur av gerandisdegnum millum ES-politikkarar í dag. Høvuðsskilnaðurin gongur millum Bretland øðrumegin og Týskland og Frankaríki hinumegin. Blair legði í síni røðu í ES-parlamentinum dent á, at ES noyðist at arbeiða við í globaliseringini, og ikki ímóti. ES má ikki gerast protektionistiskt, sum hini bæði londini hava tendens til í fleiri førum. Eitt nú við at royna at verja seg móti bíligum textilvørum úr Kina.
Men, sum hann tók til "Um europeisku londini hopa at sleppa undan globaliseringini, og ikki tora at taka av avbjóðingini, so risikera vit at fara skeivir." Blair tekur ramliga til og kallar hesa møguligu protektionismu fyri eina: "Failure on a grand, strategic scale." Eitt mistak á veldigum, strateg-iskum stigi.
Næsta høvuðspunktid hjá Blair er, av gomlu landbúnaðarskipaninar í ES, sum slúka umleið helvtina av ES-fíggjarlógini, skulu avtakast. Tað eru í longdini burturspiltir pengar. Men problemið hjá Blair í hesum sambandi er, at nýggju londini, sum komu inn í ES í 2002, eitt nú Polland, vænta framhaldandi stuðul ú hesum grunnum. Higartil hava Bretland og nýggju eystur-europeisku londini staðið saman. Men aftaná juni-fundin í Europaráðnum, har tað ikki - vegna bretska blokering - eydnaðist at semjast um næstu fíggjarlógina, so er vátt komið í reiðrið millum Bretland og hesi lond.
Bretska pundið mist virðið?
Gjøgnum langa tíð er bretska pundið, eins og dollarin, styrkt í mun til euro. Arbeiðsloysið hevur verið væl lægri enn í ES annars, og framleiðsluvøksturin væl hægri. Men so eru komin nýggj tøl, sum knappliga vísa, at vøksturin í framleiðslu í Bretlandi er uppsteðgaður. Sama við vanligum handli.
Smásølan stendur í stað. Summir serkønir ganga so langt, sum at kalla pundið fyri "sjúka mannin" millum tær stóru valuta-eindirnar, euro, dollar, yen og pund. Møguliga fer nærmasta framtíðin, at vísa at bretska rentan, sum er uppá 4,75 (væl hægri enn bæði í USA og euro-økinum) verður sett niður. Pundið var fyri viku síðani vekslað til 1,500 euro, men nú mánadagin gav tað bert 1,478 euro. Týsdagin viknaði pundið framvegis.
Týskland og kapitalisman
Á hesum vinnusíðum hava vit fyrr umrøtt tann "kapitalismu-kritikk", sum týskir sosialdemokratar hava ført fram. Tað er serliga tann mátin, teir sokallaðu "hedge-funds" ella kapitalistiskir spekulatiónsgrunnar arbeiða uppá, sum er óberokniligur og møguliga de stabiliserandi. Hedge-funds hava ofta lítlan eginkapital, men læna stórar mongdir, bæði frá íløgugrunnum og ríkum privatum, sum forvænta ein vinn-ing uppá 15-20%.
Í Týsklandi blivu hesur grunnar eyknevndir "Heuschrecken" ella grashoppur, netupp tí høvuðsuppgávan er at tjena nógvar pengar skjótt. Grashoppur koma sveimandi, eta alt grønt, sum etandi er, og flúgva so víðari til nýggj lond, har grasið enn er grønt.
Gerhard Schröder veit, at tað nyttar lítið at gera serligar týskar reglur fyri at tálma hesum hedge-grunn-um. Hann roynir tí at fáa bæði ES og USA at semjast um felags reglur um størri eftirlit og kanska gjøgnumskygni. Hetta uppskot væntast at koma fram á komandi G-8 fundinum, har tey størstu ídnaðarlondini tosa saman.
Men hvørki bretar ella amerikanarar hava hug at regulera marknaðarmekanismurnar, heldur ikki tá tað geldur kapitalmarknaðin. Vandin við hesum hedge-funds er, at teir arbeiða við so stórum kapitalnøgdum, at um tað gongur galið, sum við LTCM (Long Term Capital Management) í 1998, so kann allur fíggjarmarknaðurin fara av lagi. Tá LTCM fór av knóranum, noyddist amerikanski centralbankin, the Fed, at koma uppá leikin, so ikki hetta krakkið skuldi draga fleiri aðrar peningastovnar við sær. (Sambært L.O. Løcke)
Og so eitt nýtt orð: "flexicurity"
Danska arbeiðsmarknaðar-modellið er nógv umtala víða hvar í Europa í hesum døgum.
Europeiskir journalistar dúliga í Beskæftigelsesministeriet í Keypmannahavn, fyri at kanna donsku skipanina. Franska blaðið "Le Monde" hevur reportagur frá arbeiðsávísingini á Vesterbro. Dominique de Villepin í Frankaríki leggur dent á, at danska modellið "respekterer den sociale ansvarlighed" (Ørskov).
Problemið er, at nógv ES-lond hava ein trekan ella ó-flexiblan arbeiðsmarknað, har tað millum annað er torført at skera talið av arbeiðsfólki niður, tá framleiðslan á virkjunum minkar. Hesin trekleiki ger so eisini tað, at arbeiðsgevarar eru seinir at seta nýggj fólk í arbeiði. Soleiðis sigst at vera í Frankaríki, Týsklandi og Italia, tey lond sum í løtuni hava størsta arbeiðsloysi og minstan vøkstur.
Orðið "flexicurity" er samansett av flexibility (smidligur) og security (trygd). Tað besta er sjálvandi, at ein arbeiðsmarknaður bæði er smidligur, og samstundis gevur arbeiðandi fólkinum trygd.
Í Danmark er siður, nakað sum í Føroyum, at partarnir sjálvir gera avtalur. Og tað er rættiliga lætt at siga fólki upp. Men so er arbeiðsloysisskipanin eisini rættiliga góð, samanborið við onnur europeisk lond. Hetta ger at flexibiliteturin er størri í Danmark, sum eisini havur lágt arbeiðsloysi í mun til hini ES-londini. Haraftrat hevur Danmark góðar skipanir um eftirútbúgving og umskúling, sum fungera rættiliga væl. Tó er nógv orðaskifti um sokallaða "meiningsleysa aktivering" av arbeiðsleysum, sum einki úrslit gevur, men bara kostar pengar.
Sambært Politiken (30.6. 05) sigur OECD-búskaparfrøðingurin Paul Swaim: "Vit halda, at danska gongdin hesi seinnu árini og tann logikkur, sum liggur í danska arbeiðsmarkn-aðarpolitikkinum, ger Danmark til eitt modell, sum onnur lond eiga at studera í álvara og læra av" (OECD ella Organisation for Economic Co-operation and Development, búskaparligt samarbeiði og útvikling millum 30 demokratisk ídnaðarlond). OECD leggur dent á "danska tríkant-in", sum er:
"smidligar uppsagnar-reglur,
"høgur arbeiðsloysisstuðul
"aktivur arbeiðsmarknaðarpolitikkur, eftirútbúgving og aktivering

Men henda danska skipanin kostar pengar, og tað manglar í kassunum hjá nógvum Es-londum í løtuni. Danmark brúkar umleið 5% av bruttoframleiðsluni (GDP) til tiltøk á arbeiðsmarknaðinum.
Helvtin av ES-londunum hava stórar trupulleikar við euro-traktatini ella "stabilitets-avtaluni", sum sigur at londini ikki mugu hava eitt hall á fíggjarlógini, sum er meira enn 3% av GDP. Hvussu tey so skulu fáa ráð til at føra ein "danskan" arbeiðsmarknaðarpolitikk, er ilt at síggja.
Hartil er hetta ikki bert nakað, sum man setir í verk frá einum degi til næsta. Tað krevur eisini búning ella eina vissa mentan á arbeiðsmarknaðinum, sum Danmark hevur arbeitt við í umleið 100 ár.

Keldur:
S. Ørskov: "Flexicurity à la danoise", Politiken, 30.06.05
L.O. Løcke:"Tysk kamp mod kapitalismen" Politiken, 3.7.05
Charlemagne: "Europes new protectionism" The Economist, 2. juni 05
T. Blair: "Full text: Blairs European Speech", BBCNews 23.6.05