Mánadagin skrivaði BT, at fyri nøkrum árum síðani helt Se og Hør eygað við, hvussu fleiri almennir persónar í Danmark brúktu síni gjaldskort. Tað sama kom fram í einari nýggjari bók.
Avdúkingin hevur elvt til nógv kjak, og í dag fekk málið Henrik Qvortrup at siga seg seg úr starvinum sum politiskur viðmerkjari á TV2.
Henrik Qvortrup hevur arbeitt á TV2 síðani 2009, men frammanundan var hann blaðstjóri á Se og Hør í átta ár. Tað er illgrunin um, at hann møguliga var vitandi um, at blaðið hevði fingið sær atgongd til gjaldskort, sum nú fær Henrik Qvortrup at siga seg úr starvinum á TV2.
-Eg eri komin til ta niðurstøðu, at tær nógvu skuldsetingarnar gera tað ómøguligt hjá mær at røkja starvið sum viðmerkjari á TV2, sigur Henrik Qvortrup.